Fróðskaparrit - 01.01.1987, Page 1
Eg havi verið við havsins botn
og stundum uppi við ský*
f Mortan Nolsøe
Sum skilst av navninum á fyrilestri mínum,
er evnið í honum knýtt at Gongurólvs-
kvæði, tað er kvæði nummar 29 í Føroya
kvæðum hjá Svend Grundtvig og Jørgen
Bloch.
Gongurólvskvæði hoyrir til tann megin-
bólk av dansiyrkingum okkara á føroysk-
um máli, ið verður nevndur kappakvæði,
serliga tá ið hugtakið kappakvæði verður
tikið í víðu merking síni. Sum kappakvæði
skilst her slíkur frásagnarskaldskapur av
manna munni, sum í kvæðalíki, eisini
nevndum balladuformi, greiðir frá reyst-
mennum, ið hava livað - ella ætlast at hava
livað - í fornøld og helst fjart burtur í
øðrum londum, og frá avreksverkum
teirra. Eyðkent fyri kappakvæðastílin er
millum annað, at lýsingarnar av persónum
og tilburðum eru gjarna nógv avgjørdar ella
hava ævintýrdám. Hetjan í kappakvæðum
er fremst millum kappar, annaðhvørt hon
roynir seg á leikvøllum í friðarligum kapp-
ingum ella í bardaga móti fíggindum av
mannakyni ella av trøllakyni. Gongurólvs-
kvæði hoyrir til hetta seinna slagið av
kappakvæðum, ið tí av summum, serliga
*) Fyrilestur hildin á Fróðskaparsetri Føroya 25.3.1984.
norskum, fólkavísugranskarum verður
nevnt »trollviser«, eitt hugtak sum vit á før-
oyskum kunnu endurgeva sum trøllakvæði.
Gongurólvskvæði varð skrivað upp her á
landi seint í 18. øld og serliga í fyrru helvt
av 19. øld. Høvuðstekstirnir av tí eru til
skjals í Føroya kvæðum við stavsetingini
hjá Hammershaimb. í tí handritaða verkin-
um hjá Grundtvig og Bloch standa teir í 3.
bindi, í teirri prentaðu útgávuni av sama
verki hjá Christian Matras og Napoleon
Djurhuus standa tær í 1. bindi. Tekstirnir
har eru 6 í tali. Teir hava ferreglaðan ørind-
isform og eru skipaðir í frábrigdi, nevnd við
stórum bókstøvum: A, B, C, D, E og F,
mest eftir uppskrivingaraldri. Um keldur-
nar ella heimildirnar hjá hesum frábrigdum
kann upplýsast:
A-frábrigdið finst í minna kvæðahandrit-
inum hjá Jens Christian Svabo, sum eftir
Christian Matras man hava skrivað tað í
1770-árunum, — onkuntíð eftir 17731.
Uppskriftin, sum hevur 125 ørindi, tykist
eftir málføriseyðkennum sínum at vera úr
Suðuroy.
B-frábrigdið finst í størsta kvæðahandrit-
inum hjá Svabo frá 1781-82 og hevur 104
ørindi.
Fróðskaparrit 34.-35. bók (1986-87): 5-22