Fróðskaparrit - 01.01.1987, Blaðsíða 120
124
SØGAN UM NÁTASJÚKUNA í FØROYUM
»De sputumløse pneumonier«, og har stóð
eisini psittacosis nevnd. Hann fór tá at lesa
um psittacosis í lærubókum og greinum.«
Hóast Arthur Rasmussen fekk lítla
undirtøku við sínum sjónarmiðum frá hin-
um læknunum í Føroyum, skrivaði hann
tann 24. juni 1934 grein í »Ugeskrift for
Læger«5 um hesa føroysku umfarssjúku.
Greinin hjá Arthur Rasmussen bygdi á 68
tilburðir tilsamans, 26 frá honum sjálvum,
22 frá N. F. Rasmussen, fylkislækna á
Tvøroyri, og 20 frá Fuglsang Damgaard,
lækna á Sandi. Her gav hann nágreiniliga
frágreiðing um sjúkueyðkennini, og hann
metti um atvoldina til sjúkuna og endaði
við at skriva, at hon var ókend.
í 1934 fór Arthur Rasmussen úr Føroy-
um og kundi sostatt ikki fylgja gjølla við í tí,
sum fyrifórst her.
Fólk í Føroyum talaðu nógv um hesa
hættisligu sjúku, sum tók seg upp hvørt
heyst, serstakliga í syðra parti av oyggjun-
um. Fólk kallaðu hana lungaplett, lunga-
pest ella septembersjúkuna, og nógv orða-
skifti var millum fólk um, hvør orsøkin
mundi vera.
Tá ið R. K. Rasmussen sá greinina hjá
Arthur Rasmussen í »Ugeskrift for Læger«,
fell honum í eyguni, sum fyrr nevnt, at
eyðkennini fyri hesari sjúku mintu nógv um
psittacosis ella pappageykasjúku.
Hann fór tá miðvíst at savna tilfar um all-
ar tilburðir av sjúkuni í Føroyum, og í okt-
ober 1936 helt hann fyrilestur í Lækna-
felag Føroya um úrslitini av kanningunum.
Eftir at hann hevði borið hesar tilburðir
saman við teir tilburðir av psittacosis, sum
vóru lýstir í greinum bæði úr Danmark,
Svøríki og øðrum europeiskum londum,
fann hann tveir høvuðsmunir millum ta før-
oysku umfarssjúkuna og hinar.
Annar var, at í Føroyum vóru tað mest
konufólk, ið fingu sjúkuna, og bara vaksin
fólk. Børn fingu hana ikki. Av øllum sjúk-
lingunum í tí føroysku umfarssjúkuni vóru
bara 14% mannfólk. Alla aðra staðni var
lutfallið millum mannfólk og konufólk
nakað eins.
Hin munurin var, at allir tilburðirnir í
Føroyum vóru í septembermánaði, frá 31.
august til 23. september, meðan tilburð-
irnir aðrastaðni vóru meira spjaddir, mest
um heystið og um veturin.
Hesir eginleikar við tí føroysku umfars-
sjúkuni elvdu trúliga til, at hann fekk tað
hugskot, at nátin kundi vera upphav til
sjúkuna. Nátaungaveiðin byrjaði í fugla-
bjørgunum í seinastu viku av august og á
sjónum um leið eina viku seinni. Hetta
samsvarar væl við tilgerðartíðina hjá psitta-
cosis, sum vanliga er millum eina og tvær
vikur, bæði í teimum føroysku og øðrum
tilburðum. At nátin kundi vera smittukeld-
an hóskaði væl við tann eginleikan, at
konufólk oftast fingu sjúkuna í Føroyum, tí
sum kunnugt vóru tað altíð vaksnar gentur
og konur, sum royttu nátar, og tá var
smittuvandin stórur. Um onkur náti var
fongdur við psittacosis, kundi virus við
fjaðrunum spjaðast upp í loft, og tey, sum
royttu, kundu anda tað í seg.
Hjá pappageykum vóru tað næstan altíð
ungir fuglar, sum fingu sjúkuna og spjaddu
hana víðari; og her hava tað altíð verið
nátaungarnir, sum hava fingið sjúkuna og
borið smittuna víðari í tí stutta tíðarskeiði,
meðan teir vóru sjúkir . (Eldri fuglar kundu
vera smittuberar og sostatt smitta ung-
arnar). Hjá fuglunum rakti virus mest sodn-
ingarlagið, teir fingu skræpu, sum dálkaði
fjaðrarnar, og á henda hátt kundi virus
spjaðast víðari.