Fróðskaparrit - 01.01.1987, Síða 120

Fróðskaparrit - 01.01.1987, Síða 120
124 SØGAN UM NÁTASJÚKUNA í FØROYUM »De sputumløse pneumonier«, og har stóð eisini psittacosis nevnd. Hann fór tá at lesa um psittacosis í lærubókum og greinum.« Hóast Arthur Rasmussen fekk lítla undirtøku við sínum sjónarmiðum frá hin- um læknunum í Føroyum, skrivaði hann tann 24. juni 1934 grein í »Ugeskrift for Læger«5 um hesa føroysku umfarssjúku. Greinin hjá Arthur Rasmussen bygdi á 68 tilburðir tilsamans, 26 frá honum sjálvum, 22 frá N. F. Rasmussen, fylkislækna á Tvøroyri, og 20 frá Fuglsang Damgaard, lækna á Sandi. Her gav hann nágreiniliga frágreiðing um sjúkueyðkennini, og hann metti um atvoldina til sjúkuna og endaði við at skriva, at hon var ókend. í 1934 fór Arthur Rasmussen úr Føroy- um og kundi sostatt ikki fylgja gjølla við í tí, sum fyrifórst her. Fólk í Føroyum talaðu nógv um hesa hættisligu sjúku, sum tók seg upp hvørt heyst, serstakliga í syðra parti av oyggjun- um. Fólk kallaðu hana lungaplett, lunga- pest ella septembersjúkuna, og nógv orða- skifti var millum fólk um, hvør orsøkin mundi vera. Tá ið R. K. Rasmussen sá greinina hjá Arthur Rasmussen í »Ugeskrift for Læger«, fell honum í eyguni, sum fyrr nevnt, at eyðkennini fyri hesari sjúku mintu nógv um psittacosis ella pappageykasjúku. Hann fór tá miðvíst at savna tilfar um all- ar tilburðir av sjúkuni í Føroyum, og í okt- ober 1936 helt hann fyrilestur í Lækna- felag Føroya um úrslitini av kanningunum. Eftir at hann hevði borið hesar tilburðir saman við teir tilburðir av psittacosis, sum vóru lýstir í greinum bæði úr Danmark, Svøríki og øðrum europeiskum londum, fann hann tveir høvuðsmunir millum ta før- oysku umfarssjúkuna og hinar. Annar var, at í Føroyum vóru tað mest konufólk, ið fingu sjúkuna, og bara vaksin fólk. Børn fingu hana ikki. Av øllum sjúk- lingunum í tí føroysku umfarssjúkuni vóru bara 14% mannfólk. Alla aðra staðni var lutfallið millum mannfólk og konufólk nakað eins. Hin munurin var, at allir tilburðirnir í Føroyum vóru í septembermánaði, frá 31. august til 23. september, meðan tilburð- irnir aðrastaðni vóru meira spjaddir, mest um heystið og um veturin. Hesir eginleikar við tí føroysku umfars- sjúkuni elvdu trúliga til, at hann fekk tað hugskot, at nátin kundi vera upphav til sjúkuna. Nátaungaveiðin byrjaði í fugla- bjørgunum í seinastu viku av august og á sjónum um leið eina viku seinni. Hetta samsvarar væl við tilgerðartíðina hjá psitta- cosis, sum vanliga er millum eina og tvær vikur, bæði í teimum føroysku og øðrum tilburðum. At nátin kundi vera smittukeld- an hóskaði væl við tann eginleikan, at konufólk oftast fingu sjúkuna í Føroyum, tí sum kunnugt vóru tað altíð vaksnar gentur og konur, sum royttu nátar, og tá var smittuvandin stórur. Um onkur náti var fongdur við psittacosis, kundi virus við fjaðrunum spjaðast upp í loft, og tey, sum royttu, kundu anda tað í seg. Hjá pappageykum vóru tað næstan altíð ungir fuglar, sum fingu sjúkuna og spjaddu hana víðari; og her hava tað altíð verið nátaungarnir, sum hava fingið sjúkuna og borið smittuna víðari í tí stutta tíðarskeiði, meðan teir vóru sjúkir . (Eldri fuglar kundu vera smittuberar og sostatt smitta ung- arnar). Hjá fuglunum rakti virus mest sodn- ingarlagið, teir fingu skræpu, sum dálkaði fjaðrarnar, og á henda hátt kundi virus spjaðast víðari.
Síða 1
Síða 2
Síða 3
Síða 4
Síða 5
Síða 6
Síða 7
Síða 8
Síða 9
Síða 10
Síða 11
Síða 12
Síða 13
Síða 14
Síða 15
Síða 16
Síða 17
Síða 18
Síða 19
Síða 20
Síða 21
Síða 22
Síða 23
Síða 24
Síða 25
Síða 26
Síða 27
Síða 28
Síða 29
Síða 30
Síða 31
Síða 32
Síða 33
Síða 34
Síða 35
Síða 36
Síða 37
Síða 38
Síða 39
Síða 40
Síða 41
Síða 42
Síða 43
Síða 44
Síða 45
Síða 46
Síða 47
Síða 48
Síða 49
Síða 50
Síða 51
Síða 52
Síða 53
Síða 54
Síða 55
Síða 56
Síða 57
Síða 58
Síða 59
Síða 60
Síða 61
Síða 62
Síða 63
Síða 64
Síða 65
Síða 66
Síða 67
Síða 68
Síða 69
Síða 70
Síða 71
Síða 72
Síða 73
Síða 74
Síða 75
Síða 76
Síða 77
Síða 78
Síða 79
Síða 80
Síða 81
Síða 82
Síða 83
Síða 84
Síða 85
Síða 86
Síða 87
Síða 88
Síða 89
Síða 90
Síða 91
Síða 92
Síða 93
Síða 94
Síða 95
Síða 96
Síða 97
Síða 98
Síða 99
Síða 100
Síða 101
Síða 102
Síða 103
Síða 104
Síða 105
Síða 106
Síða 107
Síða 108
Síða 109
Síða 110
Síða 111
Síða 112
Síða 113
Síða 114
Síða 115
Síða 116
Síða 117
Síða 118
Síða 119
Síða 120
Síða 121
Síða 122
Síða 123
Síða 124
Síða 125
Síða 126
Síða 127
Síða 128
Síða 129
Síða 130
Síða 131
Síða 132
Síða 133
Síða 134
Síða 135
Síða 136
Síða 137
Síða 138
Síða 139
Síða 140
Síða 141
Síða 142
Síða 143
Síða 144
Síða 145
Síða 146
Síða 147
Síða 148
Síða 149
Síða 150
Síða 151
Síða 152
Síða 153
Síða 154
Síða 155
Síða 156
Síða 157
Síða 158
Síða 159
Síða 160

x

Fróðskaparrit

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.