Fróðskaparrit - 01.01.1987, Blaðsíða 10
14
EG HAVI VERIÐ VIÐ HAVSINS BOTN
írlandi, og at sannsøguligum persónum
sum Ólavi kongi og Snorra Fót. Hesin
Snorri fótr er nevndur í íslendskum annál-
um sum burturgingin í 134314. Eisini má
havast í huga tað, sum fólk í miðøld hava
trúð uppá, eitt nú at Trøllabotnur var eitt
land onkustaðna millum Grønlands og
Noregs. Kortini umboða tær føroysku
uppskriftirnar ikki tað elsta stigið hjá
kvæðinum, heldur Liestøl eins og Grundt-
vig, og harvið er Gongurólvskvæði onga-
staðna varðveitt viðvíkjandi søguevni sín-
um í sínum frumlíki. Liestøl tekur soleiðis
samanum, tá ið hann skal lýsa kvæði okk-
ara í verandi líki: »visa handsamar eit
eventyrleg emne pá same gjerd som ei forn-
aldarsoge. Hon gjev det historiske og geo-
grafiske tilknytningar, so det fær noko visst
realistist yver seg, samstundes som ein
merkar ein tilhug til á fabulera, til á dikta
inn nyt tilfang, so det heile vert meir epi-
soderikt og laust i komposisjonen. Gleda
ved det rike tilfanget er so stor at gamalt og
nytt lever fredeleg side om side i hundrad-
vis av ár, jamvel om det ikkje høver sers vel
i hop«.
Tó at granskingin hjá Liestøl av Gongu-
rólvskvæði hevur givið djúpari innlit enn
tann hjá Svend Grundtvig í sambandið
millum kvæðið og aðrar skaldskapargrein-
ir, og tað er bæði í mun til norrønar bók-
mentir sum fornaldarsøgur og í mun til
skaldskap av manna munni sum ævintýr,
ivist eg kortini í, at sjónarmið hansara eru
altíð á beinari leið. Eg meti millum annað,
at hann ger ov nógv av líkskapinum mill-
um Ketils søgu hængs sum fyrimynd —
beinleiðis ella óbeinleiðis - hjá kvæða-
skaldinum, sum yrkt hevur Gongurólvs-
kvæði. Viðvíkjandi tilburðinum í tí norska
kvæðisbrotinum, har hetjan má rýma úr
hellinum undan gívrini, haldi eg hann ikki
vera upphavligan í norska kvæðinum, tí
hann stendur heilt uttan fyri uppskriftirnar
av tí aðrastaðna, men heldur at vera eitt
yngri lán úr einum øðrum norskum trølla-
kvæði og kanska »Kappen Illugjen«15) ella
at vera uppíyrking. Tó at tað tykist greitt av
muninum á frábrigdunum av teirri donsku
vísuni, at flutningurin á manna munni hev-
ur borið við sær, at okkurt frábrigdi (A)
hevur nærkast sera nógv einum ævintýri,
ivist eg kortini í, um tað eisini er beint at
síggja ævintýrdrøgini í okkara kvæði, har
uppskriftirnar annars fylgja hvør aðrari,
sum úrslit fyrst og fremst av lívinum hjá
kvæðinum á manna munni í staðin fyri at
seta tey í samband við kelduna, sum
kvæðið er yrkt eftir. Henda kelda, annað-
hvørt hon hevur verið skrivlig ella munnlig,
hevur sameint bæði norrønt og keltiskt frá-
søgutilfar, tí hvaðan skal tilburðurin á
Moyggjalandi, sum er eitt keltiskt motiv16)
annars vera komin inn í kvæðið? Eg kann tí
heldur ikki góðtaka uttan víðari sjónarmið-
ið hjá Grundtvig og Liestøl, at kvæðið má
vera yrkt heima í Noregi, tó at eg eri samd-
ur í, at danska Rosmer-vísan má helst vera
komin úr Noregi til Danmarkar. Fyri mín
part haldi eg tað vera meira líkt, at kvæðið
er yrkt, har møtið millum norrøna og kelt-
iska mentan hevði betri fortreytir, og har
kappakvæðayrking (í balladuformi) var ein
virkin skaldskapararvur í seinmiðøld.
Hetta vil aftur siga, at kvæðið man helst
vera yrkt í Noregsveldi vestan hav, og tá ið
ein telur ísland frá, sum einki kennir til
kvæðið uttan í týðingum av vísunum hjá
Vedel til íslendskt og heldur ikki nakað til
søguna, ið tað er yrkt eftir, eru tað eg skilji
bara tvey oyggjalond eftir, og tað eru Før-
oyar ella Hetland, har vit hava eitt dømi