Fróðskaparrit - 01.01.1987, Blaðsíða 37
SANDOYARBÓK
41
Úrtak
Kirkjubøkur og almenn skjøl úr fyrra helm-
ingi av 19. øld hava nógv at siga okkum um
Sandoyarbók, tann ið skrivaði hana,
Jóannes Klæmintsson í Króki, og samfelag-
ið, sum hann savnaði kvæðini í. Tó at Jó-
annes í eftirmælinum at bókini nevnir fleiri
embætismenn í Føroyum, sum hava eggjað
honum til at savna kvæði, vita vit, at hann
má eisini hava verið ávirkaður av teimum
seks brúdleypunum, ið hildin vórðu á Sandi
heystið 1820. Víst er, at tey fyrstu kvæðini,
hann skrivaði upp tann veturin, fekk hann
ikki frá bygdarmonnum, men frá avbygdar-
monnum, ið vóru nær skyldir við annað av
brúðarhjúnunum ella skyldir við hann
sjálvan. Royndur lutur er, at øll avbygdar-
heimildarfólk hansara høvdu eitt í felag:
nær í ætt við savnaran sjálvan ella næstu
skyldfólk hansara. Sama er um heimildar-
fólk Jóannesar á Sandi, sum vóru konu-
fólk, smámenn ella ognarmenn óskyldir við
kongsbóndafólk í bygdini. Bert teir heim-
ildarmenn á Sandi, ið vóru nær skyldir
kongsbóndum, vóru hvørki skyldmenn Jó-
annesar ella næstu grannar. Forvitnisligt
er, at hesir menn vóru uttan samanburð
bestu heimildarmenn Jóannesar, men bert
tveir teirra vóru kongsbøndur sjálvir, teir
flestu vóru yngri bóndabrøður, ikki so hátt
settir í bygdarsamfelagnum og tí hugaðir
fyri at bøta um støðu sína.
Tó at Jóannes sigur í eftirmælinum, at
hann hevði savnað øll kvæði, ið hann kendi
til, er tað vist, at hann ikki gjørdi tað. Fyrst
og fremst tykjast fólk yvirhøvur — og savn-
arin við - at hava verið treyð at lata tættir
um hendingar í bygdini koma upp í savnið.
Síðan er at nevna, at Jóannesi miseydnaðist
at fáa fatur á minst einum kappakvæði,
helst tí at hann, ið átti tað, stúrdi fyri at
onkur annar kundi nema tað og skipa tað í
dansi. Onnur grund til at ivast í, at Sandoy-
arbók er fullfíggjað, er tann, at Jóannes
tykist bert hava verið á kvøldsetum hjá vin-
um sínum og gronnum. Vit vita um tveir
dúgligar kvæðarar í bygdini, sum Jóannes
einki fekk frá.