Fróðskaparrit - 01.01.1987, Page 64
Jóansøkugras (Plantago lanceolata)
og forsøgulig búseting í Føroyum
Plantago lanceolata in the Faroe Islands and its significance as indicator of
prehistoric settlement
JóhannesJóhansen
Inngangur
í hesi grein fari eg at viðgera eina ávísa
plantu, jóansøkugras ella jóansøkugøtubrá,
Plantago lanceolata - útbreiðslu og søgu
hennara bæði í øðrum londum og heima í
Føroyum og royna at kanna eftir, um hon
kann siga okkum nakað um eldri búseting í
Føroyum. Tað, sum ger hesa plantu so
áhugaverda, er samband hennara við fólk.
Flon er lokplanta, sum boðar frá, at fólk
eru nærhendis. Sum lok var hon hildin at
vera ein av teimum ringastu (Jessen & Lind
1922-23). Av tí at bløðini hjá jóansøkugrasi
liggja fram eftir jørðini, køvir hon aðrar
smáplantur. Tað vóru tó eisini teir, t.d. í
Onglandi, sum hildu hana vera sera góða
fóðurplantu, bert mátti hon tá sláast,
áðrenn hon fræaði (Hornemann 1821). í
báðum førum síggja vit, at hon hevði týdn-
ing fyri fólk fyrr í tíðini.
í 1941 kom ein grein skrivað av Johs.
Iversen, sum var nevnd »Landnam i Dan-
marks Stenalder. En pollenanalytisk
Undersøgelse over det første Landbrugs
Indvirkning paa Vegetationsudviklingen«.
Henda greinin fekk alstóran týdning fyri ar-
Mynd 1. Jóansøkugras, Plantago lanceolata. Tekning
Bodil Johansen. x 1/3.
Fróðskaparrit 34.-35. bók (1986-87): 68-75