Fróðskaparrit - 01.01.1987, Blaðsíða 65
JÓANSØKUGRAS OG FORSØGULIG BÚSETING í FØROYUM
69
22L
Mynd 2. Útbreiðsla av jóansøkugrasi í Føroyum (K.
Hansen 1966, broytt).
beiðið at kanna fortíðar náttúruviðurskifti.
Iversen vísti á, at fólk vóru farin undir heilt
at broyta plantulív og landslag. Skógurin
varð feldur við øks og eldi, og á teimum
opnu fløtunum sáddu teir korn. Eftir nøkr-
um fáum árum við korni lótu teir kríatúr
ganga á beiti á stykkjunum. Hetta hendi í
yngru steinøld, um leið 3000-3500 f.Kr.
Iversen nýtti tað gamla, norrøna orðið
»landnám« um tað, ið fór fram.
Lokplanturnar fylgdu við, summar ikki
funnar í Danmark áður. Ein teirra var
jóansøkugras. Jóansøkugras hevði stóran
fyrimun av hesum nýggja livihátti hjá fólki.
Skógurin, sum hevði klætt alt landið, hvarv,
og landið gjørdist opið og ljóst. Fult ljós er
neyðugt, um jóansøkugras skal kunna
vaksa.
Um plantuna
Jóansøkugras, mynd 1, er fleiráraurt.
Bløðini vaksa øll niðri við jørðina. Tey eru
boginæðrað við 3-5 æðrum, váknvaksin,
mjá, og bløðkan gongur javnt yvir í
blaðstelkin. Tey hava heila, smátenta rond,
eru upp til 30 cm long, men eru vanliga
styttri. Blóman er heilkrýnd og reglulig, 4-
deild, brúnlig, hinnukend, og sáðberarnir
eru langir og hvítgulir. Blómurnar sita sam-
an í kolli á leggendunum. Leggirnir hava
sum nevnt eingi bløð.
Jóansøkugras er sera vanligt í Føroyum
(mynd 2), er funnið upp til 600 m, men ikki
ovari (Hansen 1966).
Jóansøkugras veksur við vegjaðarar, í bø
og haga í sambandi við mannavirksemi og
Mynd 3. Tvey sáð (pollen) av jóansøkugrasi. Tekning
Ingeborg Frederiksen. (J. Iversen 1941).
V