Fróðskaparrit - 01.01.1987, Síða 66
70
JÓANSØKUGRAS OG FORSØGULIG BÚSETING í FØROYUM
Mynd 4. Høvuðsútbreiðsluøkið hjá jóansøkugrasi (Meusel et al. 1978).
fótatraðk. Tað veksur eisini væl, har kríatúr
traðka. Sáðið ella pollen, sum tað nevnist
við einum grikskum orði, er lætt at kenna.
Tað er runt, hevur 10-14 hol við einum ringi
rundanum og er um leið 1/40 mm til støddar
(mynd 3). Tað verður til í ómetaliga stórum
nøgdum, og tað er hetta, sum ger jóansøku-
gras so lætt at ávísa í gomlum lindum.
Heimsútbreiðsla
av jóansøkugrasi í dag
Á mynd 4 sæst høvuðsútbreiðsluøkið hjá jó-
ansøkugrasi í dag. Vit síggja, at plantan er
vanlig í øllum Europa uttan teimum
norðastu pørtunum. T.d. er hon sera sjáld-
som í íslandi og veksur mest á Suðurlandin-
um. Hon veksur ikki í Grønlandi. Hon er
ikki til í norðaru pørtunum av Noregi,
Svøríki, Finnlandi og Russlandi. Hon veks-
ur annars í vestara parti av Asia og í
londunum við Miðjarðarhavið. Plantan er
flutt við europeiskum fólki til allar heims-
partar. Umframt á teimum økjunum, sum
eru sýnd á kortinum, veksur jóansøkugras
víða í Norðuramerika, á Kuba, Jamaica, í
Suðuramerika (Bolivia, Chile, Brasilia,
Argentina), á Falklandsoyggunum, Tristan
da Cunha, í Mið- og Suðurafrika (Gabon,
Transvaal, Natal, Kapplandinum), Mada-
gascar, Reunion, Sri Lanka, Eystursiberia, í
Fjareystri, Hong Kong, Filippinsku oyggj-