Fróðskaparrit - 01.01.1987, Page 86
90
SPAWNING OF ATLANTIC HALIBUT
at gýta. Gýtingin byrjar í januar og kemur
í hæddina nakað seinni á vetri og út á várið.
í hesi grein eru viðgjørd nøkur úrslit frá
kanningunum.
Kanningar vórðu gjørdar við botntroli í
tíðarskeiðinum 1983-1987. í 1987 varð eis-
ini roynt við ætiglúpi eftir kalvaeggum.
Flestu royndirnar fóru fram á og við økið
har tann búnandi kalvin varð fingin (gýt-
ingarøkið), men eisini var roynt við botn-
troli aðrastaðni á Føroyaleiðini, bæði á
grunnum og djúpum vatni.
Kalvi veiddur á grynri vatni (<700m) var
yvirhøvur smærri enn kalvi veiddur á djúp-
ari vatni (>700m), og rognkalvin var í
miðal størri enn silfiskyrin. Á grynri vatni
var kalvin í miðal yngri (3-7 ár) enn kalvi
veiddur á djúpari vatni (úr 2 árum upp í 25
ár, og nakrir uppaftur eldri). Eisini var
rognkalvin, veiddur á djúpari vatni
(>700m), í miðal eldri enn silfiskurin
veiddur har.
Á tí grynra vatninum (<700) var mest
óbúgvin kalvi at fáa, men á djúpari vatni
varð mest kalvi búnandi til gýtingar veidd-
ur. Á tí djúpara vatninum sást eisini, at
fiskurin búnaðist meira og meira til gýting-
ar, sum veturin leið.
Mitt á gýtingarøkinum hevði sjógvurin
sama hita (7-8° C) og somu saltnøgd
(35.25) úr vatnskorpuni og niður á botn.
Beint norðan fyri gýtingarøkið rennur ein
kaldur streymur niðri við botn norðureftir
úr Føroya Banka-rennuni. Mátingar av
hitanum á botni undir troling vísti í tveim-
um førum, at hitin á botni broyttist nógv
eftir einum stuttum strekki. í einum føri
vaks hitin úr minni enn 0° C upp í 8° C eftir
einum fjórðingi og í hinum minkaði hitin úr
7° C niður í 2° C undir tóvinum. Um kalvin
nýtir hendan hitamun sum ýti á gýtingarøk-
inum, er tó ikki greitt.
í royndunum við ætiglúpi á gýtingarøkin-
um vórðu 5 kalvaegg fingin.