Fróðskaparrit - 01.01.1987, Side 102
106
THE ECOLOGY OF SOME MARINE AND MARITIME LICHENS
er ein gul rond, ið er sermerkt av Caloplaca
marina, C. thallincola og Xanthoria patiet-
ina. Henda gula rondin kann hava eitt
meira ella minni gráligt eyðkenni av
skónini Lecanora poliophea. Síðan kemur
ein gráhvít rond, ið er sermerkt av sløgun-
um Lecanora atra og Ramalina siliquosa.
Her vaksa eisini skónir, ið hava høvuðsút-
breiðslu inni í landinum, og gerast tær
meiri og minni valdandi, jú longri vit fara
burtur frá sjónum, meðan tær maritimu
skónirnar gerast meira sjáldsamar.
Tann størsti og týðiligasti munurin á
skónavøkstrinum á klettum í Føroyum og
aðrastaðni í Norðureuropa er, at í Føroy-
um finnast nógv færri sløg. Soleiðis eru
fleiri sløg ikki í Føroyum, ið eru vanlig
aðrastaðni.
Hyggja vit eftir, hvørji sløg eru vanlig á
gróti í Føroyum, síggja vit, at hetta eru
skónir, ið vaksa best, har fuglur skvettir
(ornitocoprofilar skónir), her kann nevnast
Lecanora poliophea. Lecanora actophila
og Rhizocarpon constrictum, ið vaksa best,
har fuglurin ikki skvettir (ornitocoprofobar
skónir), eru vanligar aðrastaðni í Norður-
europa, men eru sjáldsamar ella finnast
ikki í Føroyum.