Fróðskaparrit - 01.01.1987, Qupperneq 103
Uppmáting av vøtnum í Føroyum*
Sigmund í Dali
í greinum um uppmáting av vøtnum í Før-
oyum (Sigm. í Dali 1975, 1977, 1982) varð
sagt frá uppmátingarháttinum. Hann er
ikki broyttur, men tekniarbeiðið er broytt
frá handtekning til teldustýrda tekning, har
dátur fyri strikumyndina verða goymdar á
dátubandi.
í einari grein (Sigm. í Dali 1977) vórðu
vøtnini, sum vórðu avbyrgd til vatnorku-
goymslur, nevnd. Síðan er SEV farið undir
at umskipa økið við Eiðisvatn til eina stóra
vatnorkugoymslu, sum fer at oyða ein part
av náttúruni har á staðnum.
Her verða framløgd uppmátingarúrslitini
av Bessavatni, Rættarvatni, Nykavatni,
Faradalsvatni, Hælsvatni, Víkarvatni og
Pollinum í Saksun.
Uppmátingarnar av teimum 5 fyrst
nevndu vøtnunum eru fyri ein part fíggjar-
liga stuðlaðar av Danmarks Geologiske
Undersøgelser, men hesin stuðul helt
uppat, áðrenn Víkarvatn og Pollurin í
Saksun vórðu uppmátað.
*) Føroya Jarðfrøðisavn og Danmarks Geologiske
Undersøgelser
Ætlanin er at halda fram við uppmáting-
um av vøtnunum í tann mun, ráð verða til
tess.
Bókmentir
1. í Dali, Sigmund: Uppmáting av vøtnum í Føroy-
um, Fróðskaparrit 23 bók bls. 63-76. Tórshavn
1975.
2. í Dali, Sigmund: Uppmáting av vøtnum í Føroy-
um, Fróðskaparrit 25 bók bls. 155-173. Tórshavn
1977.
3. í Dali, Sigmund: Uppmáting av vøtnum í Føroy-
um, Fróðskaparrit 30 bók bls. 23-38. Tórshavn
1982.
Summary
The article is a continuation af a survey of Faroese lakes
(S. í Dali 1975, 1977, 1982). The soundings were made
with a Seafarer 3 (149 khz) echosounder. The work is
still in progress.
Fróðskaparrit 34.-35. bók (1986-87): 107-129