Fróðskaparrit - 01.01.1991, Qupperneq 117
LEIKAR OG LÆRDAR
— Ijósmøðrayrkið í broyting
Elin Súsanna Jacobsen
í hesi grein skal verða roynt at lýsa ljós-
møðraviðurskiftini í Føroyum, serliga frá
miðju 19. og nakað inn í 20 øld, og hvussu
embætismenn og onnur samtíðarfólk mettu
um hesi viðurskifti og hvat ið gerast kundi
fyri at bøta um tey. Við at bera saman ymist,
sum skrivað er um ljósmøðraviðurskifti í
norðureuropeiskum londum, sæst, at nógv
gongur aftur viðvíkjandi siðum í sambandi
við barnsburð og ljósmøðrayrkið, og eisini
sæst skyldskapur í lóggávu tey seinastu 200
árini.
í bygdasøgum og øðrum siðsøguligum
verkum eru ljósmøður nevndar, og okkurt er
skrivað um arbeiðsumstøður teirra. Summi
sjónarmið og upplýsingar í hesi grein byggja
á samrøður við eldri ljósmøður ella avvarð-
andi teirra. Samrøður við ljósmøður bera
dám av, at tær hava tagnarskyldu um viður-
skifti, tær í arbeiði sínum hava fingið kunn-
leika um. Samrøður við eftirkomarar og
onnur avvarðandi lýsa tær oftast sum sterk-
ar, skilagóðar og beinasamar konur. Men
hóast hesar í mongum førum idealiserandi
lýsingar, fæst tó nakað at vita um arbeiði og
ábyrgd, ið hava ligið á ljósmøðrum. Um ikki
annað sigur tað nakað um, hvat ið væntað
varð av tí dugnaligu ljósmóðurini.
Høvuðskeldur mínar hava tó verið heilsu-
lagsfrágreiðingar (medicinalberetninger) og
onnur skjøl í skjalasavni landslæknans, amt-
mansins o.a., og harumframt løgtingstíðindi
og blaðskriving.
Reglugerð viðv. Ijósmøðrum
verður sett í gildi í Føroyum
í 1714 kom í Danmark fyriskipan um rætt-
indi og skyldur ljósmøðra, og ein treyt var,
at umframt at vera í »læru« hjá royndari
ljósmóður, skuldu læknar veita teimum
ástøðiligar kunnleikar. Henda fyriskipan var
tó neyvan galdandi her, hon varð ið hvussu
er ikki sett í gildi í Noregi.1
í 1813 varð reglugerð »Reglement for
Gjordemodervæsenets Indretning og Besty-
relse i begge Riger, Kjøbenhavn undtagen«2
frá 1810 sett í gildi í Føroyum. Har stóð, at
londini (Danmark og Noreg) skulđu býtast
sundur í hóskandi ljósmøðrafylki, og har
skuldu vera so mangar ljósmøður, at øll,
bæði rík og fátæk, skuldu kunna fáa køna
hjálp. Embætismenn skuldu velja kvinnur at
senda á ljósmøðraskúla, um neyðugt skuldu
amt/keypstaður rinda útreiðslurnar í hesum
sambandi. Tær skuldu hava váttan frá presti
og lækna um siðalív og heilsu, vera 20-30 ár;
Fróðskaparrit 38.-39. bók (1989-90): 121-141