Fróðskaparrit - 01.01.1991, Page 118

Fróðskaparrit - 01.01.1991, Page 118
122 LEIKAR OG LÆRDAR framíhjárætt høvdu tær, ið vóru giftar og sjálvar høvdu átt børn. Fyrimunur var eisini at duga at skriva. Amt/keypstaður skuldi seta tær í starv og lata teimum løn og útvega teimum neyðug arbeiðstól. Tær skuldu hjálpa øllum, ið heittu á tær, fátækum ókeypis, annars kundu tær krevja samsýning eftir førimuni. Yrkið varð vart við tað, at har sum lærd ljósmóðir var, var bannað ólærd- um at virka. Læknar skuldu hava umsjón við ljósmøðrunum. Meiningin við at seta hesa reglugerð í gildi í Føroyum hevur óivað verið góð, men tað var so mangt, sum forðaði fyri, at tað skuldi bera til at seta tær góðu ætlanir í verk. Nógvar forðingar eru okkum eyðsæddar. Føroyar vóru ótætt fólkað oyggjaland við ringum ferða- og samskiftislíkindum, og tí kravdist eitt upp á seg stórt tal av ljósmøðr- um, 20-25 varð hildið hóskandi. Fyri at fáa lógina at virka eftir ætlan, kravdist bæði peningur og eitt tal av kvinnum, ið høvdu møguleikar og vilja til at nema sær ávísar kunnleikar og at átaka sær alment starv við lógfestum skyldum. Søgan um ljósmøðra- skipanina snýr seg fyri stóran part um, hvør ið hevði ábyrgd av at fáa hetta tilfeingi til vegar: kunnleikar og pening til ljósmøðra- læru og -løn. Skiftandi landslæknar vóru teir, sum mest strongdu á fyri at fáa fleiri og betur skúlaðar ljósmøður til alt landið. Teir kundu væl fáa viðhalđ í, at tað var ynskjandi, men verri gekst at fáa myndugleikar at játta tann pen- ing, sum skuldi til, tí eyðvitað vóru útreiðsl- urnar stórar aftur ímóti tí nyttu, ið fekst aft- urfyri. Almenningurin var afturhaldandi, tí lógin álegði teimum at rinda ásett gjald fyri ljósmøðratænastu. Men hartil kom, at tey kanska høvdu ilt við at síggja hvat tað skuldi til, at ljósmøður skuldu hava langa lærutíð burtur í øðrum landi og virka undir eftirliti embætismanna, tí ikki var traditión fyri skipaðari læru í øðrum yrkjum heldur, eitt nú hjá handverkarum. Tað var heldur ikki lætt at fáa kvinnur at fara til Danmarkar at læra. Helst skuldu tær jú vera giftar, sum komu á ljósmøðraskúla, og giftar konur í góðum árum høvdu nógvar skyldur og uppgávur at røkja heima. Tað var ólíka størri fyritøka at fara burtur í onnur lond tá enn nú, og ikki var ferðingin nógv, serliga ikki hjá konufólki, tó at onkur var ímillum, sum hevði annan hugburð enn tann vanliga, og nakrar fóru tá eisini til Keyp- mannahavnar at læra, sum niðanfyri skal verða nevnt meira um. Royndir at skúla ljósmøður Danski ljósmøðraskúlin, Den kgl. Fødsels- og Plejestiftelse í Keypmannahavn, varð stovnaður í 1750-árunum og ætlaður til næmingar úr øllum ríkinum. Úr Noregi komu næmingar, til ljósmøðraskúli varð stovnaður í Kristiania í 1818 og í Bergen í 1861. Eisini úr íslandi komu nakrar, men valla meira enn 3 fyri miðju 19. øld. í íslandi varð tíðliga í tíðini (1761) skipað fyri undir- vísing av ljósmøðrum. Rættiligur ljósmøðra- skúli varð stovnaður í Reykjavík í 1912.3 Tann ástøðiligi lærdómur, ið læknafrøðin hevði at bjóða Ijósmøðrum stóran part av 19. øld, var meira at kalla eitt uppískoyti til teir kunnleikar og handalag, sum tær høvdu lært av øðrum, tí alla tíðina varð stórur, kanska størri dentur lagdur á tað, sum ljós- møður bert kundu læra av royndum. At hvør ljósmóðir bert hevði fáar konur at fara til um árið varð mett sum ein vansi, tí hon tá lættliga gloymdi tað, hon hevði lært, og fekk so lítla venjing í starvinum.
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.