Fróðskaparrit - 01.01.1991, Síða 118
122
LEIKAR OG LÆRDAR
framíhjárætt høvdu tær, ið vóru giftar og
sjálvar høvdu átt børn. Fyrimunur var eisini
at duga at skriva. Amt/keypstaður skuldi
seta tær í starv og lata teimum løn og útvega
teimum neyðug arbeiðstól. Tær skuldu
hjálpa øllum, ið heittu á tær, fátækum
ókeypis, annars kundu tær krevja samsýning
eftir førimuni. Yrkið varð vart við tað, at har
sum lærd ljósmóðir var, var bannað ólærd-
um at virka. Læknar skuldu hava umsjón
við ljósmøðrunum.
Meiningin við at seta hesa reglugerð í gildi
í Føroyum hevur óivað verið góð, men tað
var so mangt, sum forðaði fyri, at tað skuldi
bera til at seta tær góðu ætlanir í verk.
Nógvar forðingar eru okkum eyðsæddar.
Føroyar vóru ótætt fólkað oyggjaland við
ringum ferða- og samskiftislíkindum, og tí
kravdist eitt upp á seg stórt tal av ljósmøðr-
um, 20-25 varð hildið hóskandi. Fyri at fáa
lógina at virka eftir ætlan, kravdist bæði
peningur og eitt tal av kvinnum, ið høvdu
møguleikar og vilja til at nema sær ávísar
kunnleikar og at átaka sær alment starv við
lógfestum skyldum. Søgan um ljósmøðra-
skipanina snýr seg fyri stóran part um, hvør
ið hevði ábyrgd av at fáa hetta tilfeingi til
vegar: kunnleikar og pening til ljósmøðra-
læru og -løn.
Skiftandi landslæknar vóru teir, sum mest
strongdu á fyri at fáa fleiri og betur skúlaðar
ljósmøður til alt landið. Teir kundu væl fáa
viðhalđ í, at tað var ynskjandi, men verri
gekst at fáa myndugleikar at játta tann pen-
ing, sum skuldi til, tí eyðvitað vóru útreiðsl-
urnar stórar aftur ímóti tí nyttu, ið fekst aft-
urfyri. Almenningurin var afturhaldandi, tí
lógin álegði teimum at rinda ásett gjald fyri
ljósmøðratænastu. Men hartil kom, at tey
kanska høvdu ilt við at síggja hvat tað skuldi
til, at ljósmøður skuldu hava langa lærutíð
burtur í øðrum landi og virka undir eftirliti
embætismanna, tí ikki var traditión fyri
skipaðari læru í øðrum yrkjum heldur, eitt
nú hjá handverkarum.
Tað var heldur ikki lætt at fáa kvinnur at
fara til Danmarkar at læra. Helst skuldu tær
jú vera giftar, sum komu á ljósmøðraskúla,
og giftar konur í góðum árum høvdu nógvar
skyldur og uppgávur at røkja heima. Tað var
ólíka størri fyritøka at fara burtur í onnur
lond tá enn nú, og ikki var ferðingin nógv,
serliga ikki hjá konufólki, tó at onkur var
ímillum, sum hevði annan hugburð enn tann
vanliga, og nakrar fóru tá eisini til Keyp-
mannahavnar at læra, sum niðanfyri skal
verða nevnt meira um.
Royndir at skúla ljósmøður
Danski ljósmøðraskúlin, Den kgl. Fødsels-
og Plejestiftelse í Keypmannahavn, varð
stovnaður í 1750-árunum og ætlaður til
næmingar úr øllum ríkinum. Úr Noregi
komu næmingar, til ljósmøðraskúli varð
stovnaður í Kristiania í 1818 og í Bergen í
1861. Eisini úr íslandi komu nakrar, men
valla meira enn 3 fyri miðju 19. øld. í íslandi
varð tíðliga í tíðini (1761) skipað fyri undir-
vísing av ljósmøðrum. Rættiligur ljósmøðra-
skúli varð stovnaður í Reykjavík í 1912.3
Tann ástøðiligi lærdómur, ið læknafrøðin
hevði at bjóða Ijósmøðrum stóran part av
19. øld, var meira at kalla eitt uppískoyti til
teir kunnleikar og handalag, sum tær høvdu
lært av øðrum, tí alla tíðina varð stórur,
kanska størri dentur lagdur á tað, sum ljós-
møður bert kundu læra av royndum. At hvør
ljósmóðir bert hevði fáar konur at fara til
um árið varð mett sum ein vansi, tí hon tá
lættliga gloymdi tað, hon hevði lært, og fekk
so lítla venjing í starvinum.