Fróðskaparrit - 01.01.1991, Side 121
LEIKAR OG LÆRDAR
125
lagað tað so, at 4 ljósmøðranæmingar
skuldu kunna búgva á hospitalinum, »dels
for at kunne læse med mere Ro, dels ogsá for
at kunne lære Orden og Renlighed« (ársfrá-
gr. 1861).
Nap. Nolsøe letur væl at, hvat er komið
burtur úr hesum skeiðum. Eisini landslækn-
arnir, ið koma eftir Nap. Nolsøe, halda ljós-
møðraskeið á hospitalinum, men teir eru
ikki so fegnir um hesa loysn, hóast teir duga
væl at síggja, at ikki er hugsingur um at fáa
nóg nógvar niður til Danmarkar at læra. Ein
hin størsti vansin er, at tær ongar praktiskar
royndir fáa, um tær ikki í lærutíðini fáa høvi
at fara við royndari ljósmóður til eigandi
konu, og at tað lítla, teir kunnu læra tær á
stuttum skeiði, skjótt verður gloymt aftur,
serliga tá ið tær, sum tað vanliga er, so fáar
barnakonur hava at fara til, tí mangastaðni
vóru ljósmøðraøkini smábýtt.
Av skjølum landslæknans sæst, at tað var
sera torført at fáa konur í 19. øld at læra til
ljósmóður, hvørki at fara niður til Danmark-
ar ella til Havnar. í ársfrágreiðingunum
nevna landslæknarnir, hvussu mangar ljós-
møður eru, summi ár er nevnt, hvar tær hava
lært, og hvussu gamlar tær eru. Flestu árini
eru rættiliga fáar (6-8), sum hava lært í
Keypmannahavn (av øðrum skjølum sæst, at
tær mest eru at finna í Havn), og hartil eru
tær mangan gamlar. T.d. eru í 1875 25 ljós-
møður, men bert 9 hava lært í Keypmanna-
havn, men 7 teirra so gamlar, at rætta talið
heldur átti at verið 18. Tað munti lítið, um
ein ella tvær fóru burtur at læra um árið, og
vit kunnu harav ætla, at tað hava verið heilt
fáar, sum bæði hava lært á ljósmøðraskúla
og verið í góðum árum.
Landslæknin nevnir mest eina grund fyri
vantandi undirtøku: tað er sera strævið,
bundið og ábyrgdarfult arbeiði, og teir halda
tað vera lítið at siga til, at so fáar hætta sær
undir tað, eftirsum tann løn, tær fáa, á ong-
an hátt vigar upp ímóti tí, tær leggja upp-
fyri.
Vit kunnu nevna eina grund aftrat: At fara
á skúla ella skeið og fáa autorisatión frá
amtmanninum hevði eisini tað við sær, at
ljósmøðurnar vórðu skrásettar og fingu
álagdar lógfestar skyldur; tær komu undir
eftirlit lækna og amtmansins. Tað bar í sær,
at tað nú vóru embætismenn, ið settu treytir
og reglur fyri, hvat ein ljósmóðir átti at gera,
og teir høvdu rætt til at revsa hana, um hon
ikki gjørdi eftir teimum boðum, sum teir við
1810-reglugerðini og øðrum lógboðum í
hondini kundu geva henni og krevja av
henni.
Treytir og krøv, sum 1810-reglugerðin setti,
vóru m.a. at tær høvdu skyldu at hjálpa øll-
um, sum sendu boð eftir teimum, fyri ávíst
gjald eftir førimuni; at tær skuldu búgva
har, ið teimum var bústaður ávístur, og ikki
var loyvt teimum at fara burtur meira enn
samdøgur uttan loyvi frá myndugleikunum.
Tær skuldu halda seg til tann instruks, sum
tær fingu útflýggjaðan, samstundis sum tær
fingu autorisatión frá amtmanninum, og
gera hvørki meira ella minni, enn har var
ásett, tí annars kundu tær verða ákærdar
fyri »kvaksalveri«.
Alt tykist benda á, at kvinnur ikki sjálv-
bodnar fóru burtur at læra, men eftir áheit-
an, trúliga frá presti ella øðrum embætis-
manni. Sambært 1810-reglugerðini vóru
hóskandi ljósmøðraevni kvinnur í 20-30 ára
aldri, giftar ella einkjur, og tær skuldu duga
at lesa og skriva, men ofta mundi vera neyð-
ugt at slaka við hesum krøvum. Hvørjum
hevur verið lokkað og hótt við, vita vit lítið
um. Hugsast kann, at í summum førum hev-
ur verið heitt á einkjur, sum ongan høvdu at