Fróðskaparrit - 01.01.1991, Síða 121

Fróðskaparrit - 01.01.1991, Síða 121
LEIKAR OG LÆRDAR 125 lagað tað so, at 4 ljósmøðranæmingar skuldu kunna búgva á hospitalinum, »dels for at kunne læse med mere Ro, dels ogsá for at kunne lære Orden og Renlighed« (ársfrá- gr. 1861). Nap. Nolsøe letur væl at, hvat er komið burtur úr hesum skeiðum. Eisini landslækn- arnir, ið koma eftir Nap. Nolsøe, halda ljós- møðraskeið á hospitalinum, men teir eru ikki so fegnir um hesa loysn, hóast teir duga væl at síggja, at ikki er hugsingur um at fáa nóg nógvar niður til Danmarkar at læra. Ein hin størsti vansin er, at tær ongar praktiskar royndir fáa, um tær ikki í lærutíðini fáa høvi at fara við royndari ljósmóður til eigandi konu, og at tað lítla, teir kunnu læra tær á stuttum skeiði, skjótt verður gloymt aftur, serliga tá ið tær, sum tað vanliga er, so fáar barnakonur hava at fara til, tí mangastaðni vóru ljósmøðraøkini smábýtt. Av skjølum landslæknans sæst, at tað var sera torført at fáa konur í 19. øld at læra til ljósmóður, hvørki at fara niður til Danmark- ar ella til Havnar. í ársfrágreiðingunum nevna landslæknarnir, hvussu mangar ljós- møður eru, summi ár er nevnt, hvar tær hava lært, og hvussu gamlar tær eru. Flestu árini eru rættiliga fáar (6-8), sum hava lært í Keypmannahavn (av øðrum skjølum sæst, at tær mest eru at finna í Havn), og hartil eru tær mangan gamlar. T.d. eru í 1875 25 ljós- møður, men bert 9 hava lært í Keypmanna- havn, men 7 teirra so gamlar, at rætta talið heldur átti at verið 18. Tað munti lítið, um ein ella tvær fóru burtur at læra um árið, og vit kunnu harav ætla, at tað hava verið heilt fáar, sum bæði hava lært á ljósmøðraskúla og verið í góðum árum. Landslæknin nevnir mest eina grund fyri vantandi undirtøku: tað er sera strævið, bundið og ábyrgdarfult arbeiði, og teir halda tað vera lítið at siga til, at so fáar hætta sær undir tað, eftirsum tann løn, tær fáa, á ong- an hátt vigar upp ímóti tí, tær leggja upp- fyri. Vit kunnu nevna eina grund aftrat: At fara á skúla ella skeið og fáa autorisatión frá amtmanninum hevði eisini tað við sær, at ljósmøðurnar vórðu skrásettar og fingu álagdar lógfestar skyldur; tær komu undir eftirlit lækna og amtmansins. Tað bar í sær, at tað nú vóru embætismenn, ið settu treytir og reglur fyri, hvat ein ljósmóðir átti at gera, og teir høvdu rætt til at revsa hana, um hon ikki gjørdi eftir teimum boðum, sum teir við 1810-reglugerðini og øðrum lógboðum í hondini kundu geva henni og krevja av henni. Treytir og krøv, sum 1810-reglugerðin setti, vóru m.a. at tær høvdu skyldu at hjálpa øll- um, sum sendu boð eftir teimum, fyri ávíst gjald eftir førimuni; at tær skuldu búgva har, ið teimum var bústaður ávístur, og ikki var loyvt teimum at fara burtur meira enn samdøgur uttan loyvi frá myndugleikunum. Tær skuldu halda seg til tann instruks, sum tær fingu útflýggjaðan, samstundis sum tær fingu autorisatión frá amtmanninum, og gera hvørki meira ella minni, enn har var ásett, tí annars kundu tær verða ákærdar fyri »kvaksalveri«. Alt tykist benda á, at kvinnur ikki sjálv- bodnar fóru burtur at læra, men eftir áheit- an, trúliga frá presti ella øðrum embætis- manni. Sambært 1810-reglugerðini vóru hóskandi ljósmøðraevni kvinnur í 20-30 ára aldri, giftar ella einkjur, og tær skuldu duga at lesa og skriva, men ofta mundi vera neyð- ugt at slaka við hesum krøvum. Hvørjum hevur verið lokkað og hótt við, vita vit lítið um. Hugsast kann, at í summum førum hev- ur verið heitt á einkjur, sum ongan høvdu at
Síða 1
Síða 2
Síða 3
Síða 4
Síða 5
Síða 6
Síða 7
Síða 8
Síða 9
Síða 10
Síða 11
Síða 12
Síða 13
Síða 14
Síða 15
Síða 16
Síða 17
Síða 18
Síða 19
Síða 20
Síða 21
Síða 22
Síða 23
Síða 24
Síða 25
Síða 26
Síða 27
Síða 28
Síða 29
Síða 30
Síða 31
Síða 32
Síða 33
Síða 34
Síða 35
Síða 36
Síða 37
Síða 38
Síða 39
Síða 40
Síða 41
Síða 42
Síða 43
Síða 44
Síða 45
Síða 46
Síða 47
Síða 48
Síða 49
Síða 50
Síða 51
Síða 52
Síða 53
Síða 54
Síða 55
Síða 56
Síða 57
Síða 58
Síða 59
Síða 60
Síða 61
Síða 62
Síða 63
Síða 64
Síða 65
Síða 66
Síða 67
Síða 68
Síða 69
Síða 70
Síða 71
Síða 72
Síða 73
Síða 74
Síða 75
Síða 76
Síða 77
Síða 78
Síða 79
Síða 80
Síða 81
Síða 82
Síða 83
Síða 84
Síða 85
Síða 86
Síða 87
Síða 88
Síða 89
Síða 90
Síða 91
Síða 92
Síða 93
Síða 94
Síða 95
Síða 96
Síða 97
Síða 98
Síða 99
Síða 100
Síða 101
Síða 102
Síða 103
Síða 104
Síða 105
Síða 106
Síða 107
Síða 108
Síða 109
Síða 110
Síða 111
Síða 112
Síða 113
Síða 114
Síða 115
Síða 116
Síða 117
Síða 118
Síða 119
Síða 120
Síða 121
Síða 122
Síða 123
Síða 124
Síða 125
Síða 126
Síða 127
Síða 128
Síða 129
Síða 130
Síða 131
Síða 132
Síða 133
Síða 134
Síða 135
Síða 136
Síða 137
Síða 138
Síða 139
Síða 140
Síða 141
Síða 142
Síða 143
Síða 144
Síða 145
Síða 146
Síða 147
Síða 148

x

Fróðskaparrit

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.