Fróðskaparrit - 01.01.1991, Page 123

Fróðskaparrit - 01.01.1991, Page 123
LEIKAR OG LÆRDAR 127 av og leitað til ljósmøðraskúlan eftir hetta13. í Føroyum fingu konufólk eisini nakrar fleiri møguleikar fyri skúlagongd og arbeiði, um enn teir vóru fáir og lítið lønandi. Tær kundu fara á háskúla og á læraraskúla, tær kundu arbeiða í fiski og vinna sær peninga- inntøku. Vanligari gjørdist eisini at fara burtur í onnur lond, mest til Danmarkar, at læra ella arbeiða. Fyrimyndirnar fyri kvinnulívi og møguleikar teirra í samfelagn- um gjørdust eitt sindur fjølbroyttari, heim- urin eitt sindur størri. í 1906 og tey komandi árini gremur lands- læknin seg um, at tað verður alt torførari at fáa leys størv sett, og uppaftur verri at fáa »gode og vel kvalificerede kvinder« at fara at læra. Hann roynir at fáa løgtingið at taka lønarkorini hjá ljósmøðrum til viðgerðar, tí tað mundi vera størsta forðingin fyri, at áhugin var so lítil. Tað gingu tó mong ár, áðrenn lønin varð hækkað, so tað munti. Ljósmøðraarbeiðið Fyri at kunna gera okkum eina mynd av, hvat tað var at vera ljósmóðir, skal nakað verða nevnt um, hvat ljósmøður lærdu, hvat tær gjørdu, og um hvørja nyttu tær kundu gera. Fyrst er at siga, at hjá øllum var ljós- møðrayrkið bert eitt framíhjástarv, og í flestu førum bert ein lítil partur av tí arbeiði, sum konur høvdu at gera. Tær høvdu um miðju 19. øld 4-20 konur í miðal um árið, sum tær skuldu ganga til 8-10 dagar, eftir at konan hevði átt, um tað var í somu bygd, har tær sjálvar búðu. Um ikki, kundu aðrar taka við barna- og seingjarkonurøktini. Men har- umframt vóru tær sera bundnar og kundu ikki uttan loyvi fara burtur úr bygdini. Skyldan at fara til barnakonu, tá ið tær vórðu boðsendar, gekk fram um alt annað. Fleiri dømi eru um, at strangliga varð farið fram móti brot á hesa reglu. Mangar eru frásagnirnar um konur deyðar í barsilssong og um smábarnadeyða; men tað er at minnast til, at í allarflestu førum gekk alt væl í hond. Høvuðsreglan var, at ljós- móðirin skuldi taka sær av vanligum barn- burðum, men senda boð eftir lækna, um okkurt óvanligt barst á. So leingi læknarnir vóru fáir og ferðalíkindini ring, hevði hetta sum vera man lítlan týdning í royndum. Um miðju 19. øld vóru tað framvegis tær praktisku royndirnar, sum hvør einstøk ogn- aði sær, sum høvdu mest at siga, tí lækna- frøðin var ikki so nógv framkomin, at tað við vissu kundi sigast, um trupulleikar kundu væntast hjá konuni at eiga, og ei heldur var nógv at gera til tess at fyribyrgja ella viðgera, fyrr enn langt var liðið út á 19. øld. Ein stórur vandi í sambandi við barnferð var songarsótt (barselsfeber). Men ikki fyrr enn seint í 19. øld høvdu læknar vitan um og ráð fyri at fyribyrgja. Tilburðir vórðu skrá- settir seinast í 19. øld, og ljósmøðurnar fingu leiðbeining í fyribyrgjandi tiltøkum, t.d. at sóttreinsa við karbolvatni. Songarsótt tykist tó ikki at hava gjørt so nógv um seg her sum aðrastaðni er sagt frá, serliga á sjúkrahúsum og føðistovnum, har vandin fyri at flyta smittuna var størri enn í Føroy- um, har allar konur áttu heima, og ljósmóð- irin ikki fór so víða. Annars varð nú stórur dentur lagdur á at læra í fyrsta lagi ljósmøðurnar og síðan fólk yvirhøvur týdning av reinføri. Men tað var lættari sagt enn gjørt, í Føroyum eins og í øðrum londum. Landslæknin skrivar, at ljósmøðurnar spara karbol, tí tað kostar pengar, og fær amtið at játta ókeypis karbol til allar ljósmøður. Verri var tó at fáa tær at
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.