Fróðskaparrit - 01.01.1991, Blaðsíða 123
LEIKAR OG LÆRDAR
127
av og leitað til ljósmøðraskúlan eftir hetta13.
í Føroyum fingu konufólk eisini nakrar
fleiri møguleikar fyri skúlagongd og arbeiði,
um enn teir vóru fáir og lítið lønandi. Tær
kundu fara á háskúla og á læraraskúla, tær
kundu arbeiða í fiski og vinna sær peninga-
inntøku. Vanligari gjørdist eisini at fara
burtur í onnur lond, mest til Danmarkar, at
læra ella arbeiða. Fyrimyndirnar fyri
kvinnulívi og møguleikar teirra í samfelagn-
um gjørdust eitt sindur fjølbroyttari, heim-
urin eitt sindur størri.
í 1906 og tey komandi árini gremur lands-
læknin seg um, at tað verður alt torførari at
fáa leys størv sett, og uppaftur verri at fáa
»gode og vel kvalificerede kvinder« at fara at
læra. Hann roynir at fáa løgtingið at taka
lønarkorini hjá ljósmøðrum til viðgerðar, tí
tað mundi vera størsta forðingin fyri, at
áhugin var so lítil. Tað gingu tó mong ár,
áðrenn lønin varð hækkað, so tað munti.
Ljósmøðraarbeiðið
Fyri at kunna gera okkum eina mynd av,
hvat tað var at vera ljósmóðir, skal nakað
verða nevnt um, hvat ljósmøður lærdu, hvat
tær gjørdu, og um hvørja nyttu tær kundu
gera.
Fyrst er at siga, at hjá øllum var ljós-
møðrayrkið bert eitt framíhjástarv, og í
flestu førum bert ein lítil partur av tí arbeiði,
sum konur høvdu at gera. Tær høvdu um
miðju 19. øld 4-20 konur í miðal um árið,
sum tær skuldu ganga til 8-10 dagar, eftir at
konan hevði átt, um tað var í somu bygd, har
tær sjálvar búðu. Um ikki, kundu aðrar taka
við barna- og seingjarkonurøktini. Men har-
umframt vóru tær sera bundnar og kundu
ikki uttan loyvi fara burtur úr bygdini.
Skyldan at fara til barnakonu, tá ið tær
vórðu boðsendar, gekk fram um alt annað.
Fleiri dømi eru um, at strangliga varð farið
fram móti brot á hesa reglu.
Mangar eru frásagnirnar um konur deyðar
í barsilssong og um smábarnadeyða; men tað
er at minnast til, at í allarflestu førum gekk
alt væl í hond. Høvuðsreglan var, at ljós-
móðirin skuldi taka sær av vanligum barn-
burðum, men senda boð eftir lækna, um
okkurt óvanligt barst á. So leingi læknarnir
vóru fáir og ferðalíkindini ring, hevði hetta
sum vera man lítlan týdning í royndum.
Um miðju 19. øld vóru tað framvegis tær
praktisku royndirnar, sum hvør einstøk ogn-
aði sær, sum høvdu mest at siga, tí lækna-
frøðin var ikki so nógv framkomin, at tað
við vissu kundi sigast, um trupulleikar
kundu væntast hjá konuni at eiga, og ei
heldur var nógv at gera til tess at fyribyrgja
ella viðgera, fyrr enn langt var liðið út á 19.
øld.
Ein stórur vandi í sambandi við barnferð
var songarsótt (barselsfeber). Men ikki fyrr
enn seint í 19. øld høvdu læknar vitan um og
ráð fyri at fyribyrgja. Tilburðir vórðu skrá-
settir seinast í 19. øld, og ljósmøðurnar
fingu leiðbeining í fyribyrgjandi tiltøkum,
t.d. at sóttreinsa við karbolvatni. Songarsótt
tykist tó ikki at hava gjørt so nógv um seg
her sum aðrastaðni er sagt frá, serliga á
sjúkrahúsum og føðistovnum, har vandin
fyri at flyta smittuna var størri enn í Føroy-
um, har allar konur áttu heima, og ljósmóð-
irin ikki fór so víða.
Annars varð nú stórur dentur lagdur á at
læra í fyrsta lagi ljósmøðurnar og síðan fólk
yvirhøvur týdning av reinføri. Men tað var
lættari sagt enn gjørt, í Føroyum eins og í
øðrum londum. Landslæknin skrivar, at
ljósmøðurnar spara karbol, tí tað kostar
pengar, og fær amtið at játta ókeypis karbol
til allar ljósmøður. Verri var tó at fáa tær at