Fróðskaparrit - 01.01.1991, Page 124

Fróðskaparrit - 01.01.1991, Page 124
128 LEIKAR OG LÆRDAR skilja týdningin av, hvørja nyttu tað gjørdi. Tað er ein spurningur, sum landslæknin ofta nevnir í sínum ársfrágreiðingum til Sund- hedskollegiet. »Jordemødrenes begreb om antiseptikkens betydning er for de flestes vedkommende yderst tarvelig, ligesom deres kundskaber og øvrige kvalificationer for en- keltes vedkommende ere minimale« (1883) og »Forstáelse for antiseptiske midler mang- ler hos selv iøvrigt dygtige Jordemødre« (1893). - Summar ljósmøður, sum komu til í 1920-unum siga, at eldri ljósmøður hildu tað vera óneyðugt hóvasták, at tær gjørdu so nógv burtur úr at sóttreinsa seg. Við lógini frá 1878 fingu ljósmøður eina skyldu aftrat: tær skuldu føra dagbók og skriva upp ymist um hvønn bamburð, tær høvdu. Endamálið var bæði at fáa betri hag- tøl fyri fødd og deyðfødd o.a.tíl., og betri eftirlit við ljósmøðrunum og hvat tær gjørdu. Tað hevði við sær, at skriviundirvís- ing varð givin á skeiðunum í Havn. Ikki vóru læknarnir so væl nøgdir við dagbókaskriv- ingina. »Jordemødrene lader pá forskellige punkter meget tilbage at ønske. Statistik er fra den kant under al kritik ...« (1891). »Manges protokolføring er, som det allerede fremgár af en sammenligning mellem præs- ternes og jordemødrenes statistiske indberet- ninger om fødte børn, mildest talt mere end skødesløs.« (1893). Ein partur av arbeiðinum var ferðing, og at bíða. Var tað í bygdini, har ljósmóðirin búði, hevði tað ikki so nógv at siga, um kon- an ikki átti skjótt eftir, at hon hevði sent boð eftir ljósmóður; men var tað í eini aðrari bygd, mundi tað mangan kennast drúgt at bíða og hugsa um alt, ið lá á láni heima. Mangar eru frásagnirnar um vandamiklar ljósmóðurferðir á sjógv og landi - allar ljósmøður, eg havi tosað við, nevna dømi um ringar og ótespiligar ferðir. Annað arbeiði Landslæknin C. Manicus nevnir í 1827, at ein fyrimunur við at halda skeið fyri ljós- møðrum er, at tær á avsíðis støðum kunnu ganga læknanum til handar. Sum heild má tó sigast, at lítið sæst í skjølum til, at nakað skipað samstarv hevur verið millum læknar og ljósmøður um sjúkrarøkt yvirhøvur. í »Instruks for ... Jordemødre pá Færø- erne« frá 1881 stendur, at ljósmøður »aldeles ikke má give sig af med sygebehandling« utt- an tað, sum tær hava lært á ljósmøðraskúla ella á skeiði hjá landslæknanum; har lærdu tær m.a. eisini at æðraláta (eisini nevnt at koppseta). í 1883 søkti ein ljósmóðir á út- oyggj sóknarstýrið um tól til koppseting, og eftir áheitan gav landslæknin sóknarstýrin- um viðmæli: »... idet jeg gjør opmærksom pá den store betydning, det pá et sá afsides- liggende sted ... kan have, at der i givet til- fælde kan udføres en ordentlig kopsætning«. - Heimildarfólk eg havi tosað við, nevna eisini ofta, at ljósmøður høvdu koppseting- artól. í »Instruks for Jordemødre ..« frá 1921 er m.a. nevnt arbeiði, sum ljósmøður ikki máttu gera, t.d. klæða lík, fáast við sjúk kríatúr, arbeiða við jørð o.m.a. Høvuðsor- søkin til, at hetta kom at standa í instruksin- um var, at tær máttu verja seg sum frægast fyri at draga smittu til seingjarkonurnar. Hetta hevur illa hóskað saman við gerandis- dagin hjá fólki flest á smábygd tá, og mundi tað tí ikki altíð verið farið so gjølla eftir lóg- arboðunum. Her eru nøkur dømi úr 20. øld, men hugsandi er, at sama var fyri 1900: »Tað var ikki bara at vera jarðarmóðir, tað var so
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.