Fróðskaparrit - 01.01.1991, Blaðsíða 124
128
LEIKAR OG LÆRDAR
skilja týdningin av, hvørja nyttu tað gjørdi.
Tað er ein spurningur, sum landslæknin ofta
nevnir í sínum ársfrágreiðingum til Sund-
hedskollegiet. »Jordemødrenes begreb om
antiseptikkens betydning er for de flestes
vedkommende yderst tarvelig, ligesom deres
kundskaber og øvrige kvalificationer for en-
keltes vedkommende ere minimale« (1883)
og »Forstáelse for antiseptiske midler mang-
ler hos selv iøvrigt dygtige Jordemødre«
(1893). - Summar ljósmøður, sum komu til
í 1920-unum siga, at eldri ljósmøður hildu
tað vera óneyðugt hóvasták, at tær gjørdu so
nógv burtur úr at sóttreinsa seg.
Við lógini frá 1878 fingu ljósmøður eina
skyldu aftrat: tær skuldu føra dagbók og
skriva upp ymist um hvønn bamburð, tær
høvdu. Endamálið var bæði at fáa betri hag-
tøl fyri fødd og deyðfødd o.a.tíl., og betri
eftirlit við ljósmøðrunum og hvat tær
gjørdu. Tað hevði við sær, at skriviundirvís-
ing varð givin á skeiðunum í Havn. Ikki vóru
læknarnir so væl nøgdir við dagbókaskriv-
ingina. »Jordemødrene lader pá forskellige
punkter meget tilbage at ønske. Statistik er
fra den kant under al kritik ...« (1891).
»Manges protokolføring er, som det allerede
fremgár af en sammenligning mellem præs-
ternes og jordemødrenes statistiske indberet-
ninger om fødte børn, mildest talt mere end
skødesløs.« (1893).
Ein partur av arbeiðinum var ferðing, og
at bíða. Var tað í bygdini, har ljósmóðirin
búði, hevði tað ikki so nógv at siga, um kon-
an ikki átti skjótt eftir, at hon hevði sent boð
eftir ljósmóður; men var tað í eini aðrari
bygd, mundi tað mangan kennast drúgt at
bíða og hugsa um alt, ið lá á láni heima.
Mangar eru frásagnirnar um vandamiklar
ljósmóðurferðir á sjógv og landi - allar
ljósmøður, eg havi tosað við, nevna dømi um
ringar og ótespiligar ferðir.
Annað arbeiði
Landslæknin C. Manicus nevnir í 1827, at
ein fyrimunur við at halda skeið fyri ljós-
møðrum er, at tær á avsíðis støðum kunnu
ganga læknanum til handar. Sum heild má
tó sigast, at lítið sæst í skjølum til, at nakað
skipað samstarv hevur verið millum læknar
og ljósmøður um sjúkrarøkt yvirhøvur.
í »Instruks for ... Jordemødre pá Færø-
erne« frá 1881 stendur, at ljósmøður »aldeles
ikke má give sig af med sygebehandling« utt-
an tað, sum tær hava lært á ljósmøðraskúla
ella á skeiði hjá landslæknanum; har lærdu
tær m.a. eisini at æðraláta (eisini nevnt at
koppseta). í 1883 søkti ein ljósmóðir á út-
oyggj sóknarstýrið um tól til koppseting, og
eftir áheitan gav landslæknin sóknarstýrin-
um viðmæli: »... idet jeg gjør opmærksom
pá den store betydning, det pá et sá afsides-
liggende sted ... kan have, at der i givet til-
fælde kan udføres en ordentlig kopsætning«.
- Heimildarfólk eg havi tosað við, nevna
eisini ofta, at ljósmøður høvdu koppseting-
artól.
í »Instruks for Jordemødre ..« frá 1921 er
m.a. nevnt arbeiði, sum ljósmøður ikki
máttu gera, t.d. klæða lík, fáast við sjúk
kríatúr, arbeiða við jørð o.m.a. Høvuðsor-
søkin til, at hetta kom at standa í instruksin-
um var, at tær máttu verja seg sum frægast
fyri at draga smittu til seingjarkonurnar.
Hetta hevur illa hóskað saman við gerandis-
dagin hjá fólki flest á smábygd tá, og mundi
tað tí ikki altíð verið farið so gjølla eftir lóg-
arboðunum. Her eru nøkur dømi úr 20. øld,
men hugsandi er, at sama var fyri 1900:
»Tað var ikki bara at vera jarðarmóðir, tað var so