Fróðskaparrit - 01.01.1991, Page 125
LEIKAR OG LÆRDAR
129
nógv annað at taka hond í, bæði fólk og fæ. Var
nakar dottin og hevði fingið løst, so komu tey til
mín ...« (Ljósmóðir á útoyggj í starvi til uml.
1940).
»Tað var ikki eitt menniskja, sum doyði í bygdini, at
hon ikki bæði skuldi seyma líkverju og sovorðið.«
(Dóttir ljósmóður í starvi til uml. 1920).
»Omman gekk sum ein doktari um alla oynna. Hon
gjørdi lík í stand, koppsetti, og dugdi sera væl at
ugga nervaveik...« (Um ljósmóðir í starvi uml.
1900-1920).
Undir fyrra heimsbardaga var dýrtíð í Føroy-
um, og í 1918 fingu allar ljósmøður (og
læknar) boð frá landslæknanum um at ansa
eftir, um nakar leið neyð orsakað av dýrtíð-
ini, og um so var boða kommunustýrinum
frá, »der vil kunne afhjælpe Nøden ved
Hjælp af Dyrtidsloven.« Hvussu var við tí
og ikki at fáa hjálp frá kommununi, so
benda nógvar frásagnir um, at ljósmøður,
sum høvdu umstøður at hjálpa, sjálvar hava
veitt hjálp eftir tørvi og førimuni, t.d. at tær
lótu tey fáa klæðir og kanska mat, og at tær
tóku eldri børn heim við sær at vera styttri
ella longri tíð.
Ljósmøður, eg havi tosað við, minnast
mangar aftur á ringar tíðir, t.d. í 1930-árun-
um.
»Eg visti nøkulunda, hvussu tað var stillað økonom-
iskt, so eg plagdi altíð at syrgja fyri at hava toy við
mær, so eg kundi skifta á teimum, ið hvussu er
fyrstu ferð eftir at tær høvdu átt. Tað betalti eg
sjálvt, eg var gift og hevði tað so gott sjálvt, at tað
kundi eg tilláta mær« (Ljósm. f. um 1895)
Soleiðis segði ein í samrøðu, og fleiri hava
sagt nakað tað sama. Henda ljósmóðir læt
tó, eins og allar aðrar, væl at blíðskapi:
»Tey vóru altíð forferdiliga blíð, vistu bara ikki, hvat
gott tey skuldu gera, um tey høvdu ráð ella ikki ráð.
Tað var ein sovorðin kærleiki. Eg havi ongantíð
merkt tað meira enn nú. Nógvar konur, sum nú eru
eldri, minnast aftur til mín og koma at heilsa upp á
meg — eg minnist ikki tær allar, men tær minnast
meg.«
Ljósmøður og fólkatal
í bókini »Faroe - the emergence of a nati-
on« skrivar John F. West:
«... But the chief element in population growth in
Faroe . .. was the improvement in medical care (es-
pecially midwifery techniques) which probably be-
gan to be felt in the Faroe from about 1780...«
Ymsar metingar eru um orsakir til fólka-
vøkstur og minkandi deyðatal tey seinastu
200 árini. Ójavnt er, hvussu nógvan dent
granskarar hava viljað lagt á, hvønn týdning
t.d. læknafrøði og reinføri hava havt í hesum
sambandi í 19. øld.
Tað liggur uttan fyri evnið í hesi grein at
taka støðu til metingar av orsøkum til fólka-
vøkstur í Føroyum. Um ljósmøðurnar
skuldu havt nakra ávirkan yvirhøvur, skuldi
tað kunnað sæst aftur í tølum fyri, hvussu
nógvar konur doyðu í barsilssong, og hvussu
nógv børn vóru deyðfødd ella deyð sum ný-
føðingar.
í 1840-árunum undraðist Panum lækni á,
at talið á deyðføddum var so lágt í Føroyum
samanborið við onnur lond. Eitt legði hann
tó dent á, at tað var ikki ljósmøðrunum fyri
at takka16.
Landslæknin savnaði m.a. tøl fyri, hvssu
nógv vóru fødd og deyð, og metti í ársfrá-
greiðingum til Sundhedskollegiet um orsakir
til broytingar í hesum tøium.
Hagtølini vísa, at í seinna helmingi av 19.
øld var %-talið á deyðføddum rættiliga
óbroytt 3-4% av livandiføddum. Okkurt ár-
ið niðanfyri, og stundum fór tað væl upp um
tað, men tá ganga samtíðis ringar umfars-
sjúkur (meslingar, skarlaksfepur). Frá 1880