Fróðskaparrit - 01.01.1991, Síða 125

Fróðskaparrit - 01.01.1991, Síða 125
LEIKAR OG LÆRDAR 129 nógv annað at taka hond í, bæði fólk og fæ. Var nakar dottin og hevði fingið løst, so komu tey til mín ...« (Ljósmóðir á útoyggj í starvi til uml. 1940). »Tað var ikki eitt menniskja, sum doyði í bygdini, at hon ikki bæði skuldi seyma líkverju og sovorðið.« (Dóttir ljósmóður í starvi til uml. 1920). »Omman gekk sum ein doktari um alla oynna. Hon gjørdi lík í stand, koppsetti, og dugdi sera væl at ugga nervaveik...« (Um ljósmóðir í starvi uml. 1900-1920). Undir fyrra heimsbardaga var dýrtíð í Føroy- um, og í 1918 fingu allar ljósmøður (og læknar) boð frá landslæknanum um at ansa eftir, um nakar leið neyð orsakað av dýrtíð- ini, og um so var boða kommunustýrinum frá, »der vil kunne afhjælpe Nøden ved Hjælp af Dyrtidsloven.« Hvussu var við tí og ikki at fáa hjálp frá kommununi, so benda nógvar frásagnir um, at ljósmøður, sum høvdu umstøður at hjálpa, sjálvar hava veitt hjálp eftir tørvi og førimuni, t.d. at tær lótu tey fáa klæðir og kanska mat, og at tær tóku eldri børn heim við sær at vera styttri ella longri tíð. Ljósmøður, eg havi tosað við, minnast mangar aftur á ringar tíðir, t.d. í 1930-árun- um. »Eg visti nøkulunda, hvussu tað var stillað økonom- iskt, so eg plagdi altíð at syrgja fyri at hava toy við mær, so eg kundi skifta á teimum, ið hvussu er fyrstu ferð eftir at tær høvdu átt. Tað betalti eg sjálvt, eg var gift og hevði tað so gott sjálvt, at tað kundi eg tilláta mær« (Ljósm. f. um 1895) Soleiðis segði ein í samrøðu, og fleiri hava sagt nakað tað sama. Henda ljósmóðir læt tó, eins og allar aðrar, væl at blíðskapi: »Tey vóru altíð forferdiliga blíð, vistu bara ikki, hvat gott tey skuldu gera, um tey høvdu ráð ella ikki ráð. Tað var ein sovorðin kærleiki. Eg havi ongantíð merkt tað meira enn nú. Nógvar konur, sum nú eru eldri, minnast aftur til mín og koma at heilsa upp á meg — eg minnist ikki tær allar, men tær minnast meg.« Ljósmøður og fólkatal í bókini »Faroe - the emergence of a nati- on« skrivar John F. West: «... But the chief element in population growth in Faroe . .. was the improvement in medical care (es- pecially midwifery techniques) which probably be- gan to be felt in the Faroe from about 1780...« Ymsar metingar eru um orsakir til fólka- vøkstur og minkandi deyðatal tey seinastu 200 árini. Ójavnt er, hvussu nógvan dent granskarar hava viljað lagt á, hvønn týdning t.d. læknafrøði og reinføri hava havt í hesum sambandi í 19. øld. Tað liggur uttan fyri evnið í hesi grein at taka støðu til metingar av orsøkum til fólka- vøkstur í Føroyum. Um ljósmøðurnar skuldu havt nakra ávirkan yvirhøvur, skuldi tað kunnað sæst aftur í tølum fyri, hvussu nógvar konur doyðu í barsilssong, og hvussu nógv børn vóru deyðfødd ella deyð sum ný- føðingar. í 1840-árunum undraðist Panum lækni á, at talið á deyðføddum var so lágt í Føroyum samanborið við onnur lond. Eitt legði hann tó dent á, at tað var ikki ljósmøðrunum fyri at takka16. Landslæknin savnaði m.a. tøl fyri, hvssu nógv vóru fødd og deyð, og metti í ársfrá- greiðingum til Sundhedskollegiet um orsakir til broytingar í hesum tøium. Hagtølini vísa, at í seinna helmingi av 19. øld var %-talið á deyðføddum rættiliga óbroytt 3-4% av livandiføddum. Okkurt ár- ið niðanfyri, og stundum fór tað væl upp um tað, men tá ganga samtíðis ringar umfars- sjúkur (meslingar, skarlaksfepur). Frá 1880
Síða 1
Síða 2
Síða 3
Síða 4
Síða 5
Síða 6
Síða 7
Síða 8
Síða 9
Síða 10
Síða 11
Síða 12
Síða 13
Síða 14
Síða 15
Síða 16
Síða 17
Síða 18
Síða 19
Síða 20
Síða 21
Síða 22
Síða 23
Síða 24
Síða 25
Síða 26
Síða 27
Síða 28
Síða 29
Síða 30
Síða 31
Síða 32
Síða 33
Síða 34
Síða 35
Síða 36
Síða 37
Síða 38
Síða 39
Síða 40
Síða 41
Síða 42
Síða 43
Síða 44
Síða 45
Síða 46
Síða 47
Síða 48
Síða 49
Síða 50
Síða 51
Síða 52
Síða 53
Síða 54
Síða 55
Síða 56
Síða 57
Síða 58
Síða 59
Síða 60
Síða 61
Síða 62
Síða 63
Síða 64
Síða 65
Síða 66
Síða 67
Síða 68
Síða 69
Síða 70
Síða 71
Síða 72
Síða 73
Síða 74
Síða 75
Síða 76
Síða 77
Síða 78
Síða 79
Síða 80
Síða 81
Síða 82
Síða 83
Síða 84
Síða 85
Síða 86
Síða 87
Síða 88
Síða 89
Síða 90
Síða 91
Síða 92
Síða 93
Síða 94
Síða 95
Síða 96
Síða 97
Síða 98
Síða 99
Síða 100
Síða 101
Síða 102
Síða 103
Síða 104
Síða 105
Síða 106
Síða 107
Síða 108
Síða 109
Síða 110
Síða 111
Síða 112
Síða 113
Síða 114
Síða 115
Síða 116
Síða 117
Síða 118
Síða 119
Síða 120
Síða 121
Síða 122
Síða 123
Síða 124
Síða 125
Síða 126
Síða 127
Síða 128
Síða 129
Síða 130
Síða 131
Síða 132
Síða 133
Síða 134
Síða 135
Síða 136
Síða 137
Síða 138
Síða 139
Síða 140
Síða 141
Síða 142
Síða 143
Síða 144
Síða 145
Síða 146
Síða 147
Síða 148

x

Fróðskaparrit

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.