Fróðskaparrit - 01.01.1991, Page 126

Fróðskaparrit - 01.01.1991, Page 126
130 LEIKAR OG LÆRDAR og nøkur ár fram vórðu 2-4 konur um árið skrásettar sum deyðar í barsilssong. í bókini »Mellom kloke koner og kvit- kledde menn« nevnir Kristina Kjærheim nakað um fólkatalsvøkstur og deyðatal í Noreg, og niðurstøða hennara er: »Derimot kan vi ikkje gi jordmødrene nokon særleg stor del av æra for at dødsprosenten for spedbarn gjekk ned. Der vi særleg ville ha venta á sjá resultatet av arbeidet deira - nemleg i talet pá dødfødde - finn vi lita bet- ring fram gjennom hundreáret« (t.e. 19. øld)17. Tað nyttar lítið at spyrja, hvussu vorðið hevði verið, um skúlaðar ljósmøður høvdu verið so mangar, sum landslæknin mælti til. Enn minni vita vit, hvat skúlaðar ljósmøður kundu havt gjørt til at minka um varandi mein hjá konum og børnum, sum stavaðu frá skeivari ella ófullfíggjaðari burðarhjálp. Tann høgi miðalaldurin, og tað at ljós- møður so ofta sigast at vera sjúkligar og út- slitnar, hevur sjálvandi sett mark fyri, hvør dugur var í hjálp teirra. Eitt er, at tær mang- an hava verið ferðamóðar og vekraðar, eitt annað, at um t.d. eyguni vóru farin at bila, kunnu vit hugsa okkum, at tað var størri meinbogi tá enn nú, eitt nú á vetrardegi ella -nátt og við so ringum ljósi, sum tey tá høvdu innandura. Eingin ivi er tí um, at í mongum førum hava aðrar royndar konur, sum skuldu ganga ljósmóðurini til handar, havt minst líka stóra ábyrgd av, at rætt varð atborið. - Her kann liggja ein grund til, at fólk vóru trek at lata ljósmóðurini samsýn- ing í peningi. Ikki var siður at gjalda nær- konum og monnum, ið fylgdu ella settu ljós- móður um sund, pening fyri tað, um tey kunnu hava samsýnt teimum á annan hátt. í øllum førum kunnu vit tó siga, at einki sæst til, at ljósmøðraviðurskiftini í Føroyum broyttu nakað talið á deyðføddum og konum deyðum í barsilssong meginpartin av 19. øld. Leikar og lærdar í Noreg verður sagt, at lærdar ljósmøður so tíðliga sum í 1790 høvdu fingið einkarrætt í býum at virka, og at tær hava saksøkt ólærd- ar og fingið viðhald'8. Eisini í Danmark var var leingi so, at fólk høvdu betri álit á sjálv- lærdum ljósmøðrum enn skúlaðum'9. 1810- reglugerðin hevði reglur um sekt fyri at boð- senda ólærda, tá ið lærd ljósmóðir var. Tað bendir í sjálvum sær á, at tað var vanligt og mett sum ein trupulleiki, sum bæði myndug- leikar og ljósmøður vildu steðga við lóg. í Føroyum vita vit, at landslæknarnir einki álit høvdu á teim ólærdu. Brot úr skrivi landslæknans til Sundhedskollegiet 14.5 1877 kann vísa, hvat verður hildið at vera veikleikar hjá ólærdum ljósmøðrum. »... At en Jordemoder med en sá utilstrækkelig Uddannelse ofte vil være udsat for at begá Misgreb (f.ex. af Mangel pá Øvelse opgive at foretage en nødvendig Vending og derved ofre i det mindste Barnets Liv, at hun vil være udsat mere end ønske- ligt for at tabe Modet, hvor det i faretruende Tilfæl- de gjælder om resolut Indgriben ..., at hun pá den anden side ofte i ganske naturlige Tilfælde vil føle sig kaldet til at yde en unødvendig og følgelig skade- lig Assistance ... og det vil være vanskeligt theore- tisk at gjøre hende en fornuftig Antiseptiks Nødven- dighed indlysende og dens Methode forstáelig ... at hun i det hele taget . .. ofte má komme i Forlegen- hed og bl.a. sáledes ofte meget vanskeligt ... at af- gjøre ... pá hvilket Standpunkt der i et givet Tilfæl- de skal sendes Bud 6-8 Mil efter lægen — alt dette og lign. er noget, som Lægerne heroppe have hyppig Leilighed til at overbevise sig om...« So seint sum 1875 skrivar landslæknin, at tað er ilt at meta, í hvussu mongum førum ólærdar veita burðarhjálp, tí eingin skráset- ing er, so leingi ljósmøðurnar ikki hava skyldu at føra dagbók. Spurningurin er so,
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.