Fróðskaparrit - 01.01.1991, Side 127
LEIKAR OG LÆRDAR
131
um nakað stríð kann hava verið millum
lærdar og ólærdar ljósmøður, men tað havi
eg ikki funnið so nógv dømi um.
Heilt sørt er tó ikki. í Hovs søgu er endur-
givið bræv frá 1822 frá Tórði Thorsteinssoni
lærara í Vági til amtmannin, har hann grem-
ur seg um, at kona hansara, sum var á ljós-
møðraskeiði í Havn (í 1817), verður ikki boð-
send til barnakonur í øðrum bygdum, men at
tey heldur venda sær til ólærdar ljósmøður.
Ljósmøðrayrkið hevur, skrivar hann, verið
teimum meira ein útreiðsla enn ein inntøka,
og tó var meiningin við at senda hana á skeið
á sinni, at hon skuldi kunna vinna sær og
barninum nakað til lívsins uppihald, um
hann skuldi fallið frá.
1882 fær ein ólærd fleiri ávaringar fyri at
virka, har ið alment sett ljósmóður er, sum
hevur lært í Keypmannahavn. Fútin fær boð
um at ákæra bæði hana og mannin hjá
barnakonuni - »for at have undladt at skaf-
fe sig kyndig hjælp ved sin hustrus ned-
komst«. Tann rætta ljósmóðurin verður bið-
in um at boða frá skrivliga, hvørja ferð hon
ikki verður boðsend og siga, hvør ið hevur
virkað sum ljósmóðir. Kunngjørt verður í
kirkjuni, at tað er bannað at heita á ta
ólærdu.
í ársfrágreiðing 1891 skrivar landslæknin,
at »En mislighed er, at hvor den nye distriks-
jordemoder ansættes, de gamle fremdeles
praktisere - pá V. har af alle fødsler i 1891,
sávidt jeg mindes, distriksjordemoderen kun
administreret en eneste. Den gamle kender
intet til antiseptik, og den nye glemmer den
smule kundskab hun har.«
At ljósmóðurin varð boðsend at koma úr
aðrari bygd, sigur í sjálvum sær, at hennara
kunnleikar og royndir vórðu viðurkend.
Men sum dømini omanfyri vísa, løgdu fólk
ikki sama dent sum læknar og aðrir mynd-
ugleikar á, hvaðan hon hevði sín lærdóm.
Trúskapur móti tí »gomlu« ljósmóðurini
kundi vera sterkari enn lýdni til at fylgja lóg-
arinnar boðum at nýta ta lærdu ljósmóður-
ina. Á útoyggjunum tykjast fólk hava verið
trekast at senda boð eftir tí »røttu« ljósmóð-
urini, eisini um ferðalíkindini vóru góð.
Tann dugnaliga ljósmóðirin í hinari øldini
hevði kanska eins og sagt er um ljósmøður í
okkara øld verið ein tryggleikaskapandi per-
sónur við kunnleika og myndugleika at skipa
fyri, hvat ið gerast skuldi, tá ið kona átti og
lá á song. Umframt hennara persónleika og
medferð hava jarðarmóðurtaskan og tey am-
boð, hon hevði í taskuni, verið tey ytru sym-
bol, ið kunnu hava givið henni henda mynd-
ugleika, og seinni tann hvíti arbeiðsbúnin.
Fólk hava sagt frá, at tey hava goymt task-
una hjá ljósmøðrum, leingi eftir at tær eru
deyðar. í Skúvoyar søgu er mynd av ljós-
móður, sum stendur undir børu; taskan er
við á myndini20. - Børn fingu fyrr at vita, at
ljósmóðirin hevði nýføðingin við sær í task-
uni, tað vísir eisini, at tað okkurt gátuført
var við hesi tasku.
Arbeiðsbýti: lækni — ljósmóðir - nærkona
Ljósmøðurnar høvdu greiðar reglur fyri,
hvat ið tær kundu gera, og hvat ið tær ikki
kundu gera. Tíðliga varð brúkt sum grund-
geving fyri at fáa skúlaðar ljósmøður, at tær
dugdu betur enn tær ólærdu at meta um,
nær neyðugt var at boðsenda lækna.
Tað var sostatt gjørt eitt arbeiðsbýti mill-
um læknar og ljósmøður. Summir granskar-
ar hava lagt hetta út, sum at læknarnir vildu
leggja tann læknafrøðiliga partin av burðar-
hjálpini undir seg og ikki vildu lata ljósmøð-
urnar fáa part í hesi vitan, sum var hægri í
metum21. - Sum kunnugt sluppu konufólk í
Norðurlondum ikki at lesa á lærdum háskúl-