Fróðskaparrit - 01.01.1991, Page 127

Fróðskaparrit - 01.01.1991, Page 127
LEIKAR OG LÆRDAR 131 um nakað stríð kann hava verið millum lærdar og ólærdar ljósmøður, men tað havi eg ikki funnið so nógv dømi um. Heilt sørt er tó ikki. í Hovs søgu er endur- givið bræv frá 1822 frá Tórði Thorsteinssoni lærara í Vági til amtmannin, har hann grem- ur seg um, at kona hansara, sum var á ljós- møðraskeiði í Havn (í 1817), verður ikki boð- send til barnakonur í øðrum bygdum, men at tey heldur venda sær til ólærdar ljósmøður. Ljósmøðrayrkið hevur, skrivar hann, verið teimum meira ein útreiðsla enn ein inntøka, og tó var meiningin við at senda hana á skeið á sinni, at hon skuldi kunna vinna sær og barninum nakað til lívsins uppihald, um hann skuldi fallið frá. 1882 fær ein ólærd fleiri ávaringar fyri at virka, har ið alment sett ljósmóður er, sum hevur lært í Keypmannahavn. Fútin fær boð um at ákæra bæði hana og mannin hjá barnakonuni - »for at have undladt at skaf- fe sig kyndig hjælp ved sin hustrus ned- komst«. Tann rætta ljósmóðurin verður bið- in um at boða frá skrivliga, hvørja ferð hon ikki verður boðsend og siga, hvør ið hevur virkað sum ljósmóðir. Kunngjørt verður í kirkjuni, at tað er bannað at heita á ta ólærdu. í ársfrágreiðing 1891 skrivar landslæknin, at »En mislighed er, at hvor den nye distriks- jordemoder ansættes, de gamle fremdeles praktisere - pá V. har af alle fødsler i 1891, sávidt jeg mindes, distriksjordemoderen kun administreret en eneste. Den gamle kender intet til antiseptik, og den nye glemmer den smule kundskab hun har.« At ljósmóðurin varð boðsend at koma úr aðrari bygd, sigur í sjálvum sær, at hennara kunnleikar og royndir vórðu viðurkend. Men sum dømini omanfyri vísa, løgdu fólk ikki sama dent sum læknar og aðrir mynd- ugleikar á, hvaðan hon hevði sín lærdóm. Trúskapur móti tí »gomlu« ljósmóðurini kundi vera sterkari enn lýdni til at fylgja lóg- arinnar boðum at nýta ta lærdu ljósmóður- ina. Á útoyggjunum tykjast fólk hava verið trekast at senda boð eftir tí »røttu« ljósmóð- urini, eisini um ferðalíkindini vóru góð. Tann dugnaliga ljósmóðirin í hinari øldini hevði kanska eins og sagt er um ljósmøður í okkara øld verið ein tryggleikaskapandi per- sónur við kunnleika og myndugleika at skipa fyri, hvat ið gerast skuldi, tá ið kona átti og lá á song. Umframt hennara persónleika og medferð hava jarðarmóðurtaskan og tey am- boð, hon hevði í taskuni, verið tey ytru sym- bol, ið kunnu hava givið henni henda mynd- ugleika, og seinni tann hvíti arbeiðsbúnin. Fólk hava sagt frá, at tey hava goymt task- una hjá ljósmøðrum, leingi eftir at tær eru deyðar. í Skúvoyar søgu er mynd av ljós- móður, sum stendur undir børu; taskan er við á myndini20. - Børn fingu fyrr at vita, at ljósmóðirin hevði nýføðingin við sær í task- uni, tað vísir eisini, at tað okkurt gátuført var við hesi tasku. Arbeiðsbýti: lækni — ljósmóðir - nærkona Ljósmøðurnar høvdu greiðar reglur fyri, hvat ið tær kundu gera, og hvat ið tær ikki kundu gera. Tíðliga varð brúkt sum grund- geving fyri at fáa skúlaðar ljósmøður, at tær dugdu betur enn tær ólærdu at meta um, nær neyðugt var at boðsenda lækna. Tað var sostatt gjørt eitt arbeiðsbýti mill- um læknar og ljósmøður. Summir granskar- ar hava lagt hetta út, sum at læknarnir vildu leggja tann læknafrøðiliga partin av burðar- hjálpini undir seg og ikki vildu lata ljósmøð- urnar fáa part í hesi vitan, sum var hægri í metum21. - Sum kunnugt sluppu konufólk í Norðurlondum ikki at lesa á lærdum háskúl-
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.