Fróðskaparrit - 01.01.1991, Side 128
132
LEIKAR OG LÆRDAR
um fyrr enn í 1880-árunum. - Vanlig hugs-
an var síðst í 19. øld, tá ið konufólk fóru at
streingja á fyri at sleppa fram at hægri lestri,
at kvinnur høvdu ikki teir eginleikar, sum
skuldu til fyri at kunna røkja t.d. læknaarb-
eiði, og at lærdómur var skaðiligur fyri tær.
- »Hjerne og ovarier ka ikke udvikle seg
samtidig«, stóð at lesa í norskum læknatíð-
arriti í 1892, og ávarað varð ímóti »skoleli-
vets skadelige indflytelse paa den kvindelige
organisme«22. Læknarnir høvdu bæði fingið
henda hugburð lagdan niður í seg saman við
lestrinum, og hartil høvdu teir lógina at
ganga eftir, sum ásetti, hvussu arbeiðsbýtið
skuldi vera.
Nærkonur
í hesum sambandi kunnu vit eisini nevna ein
annan bólk, sum hevði sín lut í hesum arb-
eiðsbýti. Tað vóru tær konur, sum vórðu
bidnar at koma til konuna, til ljósmóðirin
kom fram. í eldri tíð hava tær onkuntíð ver-
ið nevndar nærkonur, og hetta heitið verður
her brúkt, hóast eingin, sum eg havi tosað
við, veit um, at tær høvdu nakað heiti fyri
tað um tær høvdu hetta sum álitisstarv.
Ljósmøðurnar høvdu í flestu førum fleiri
bygdir at røkja. Tær høvdu til seint í tíðini
einki samband við barnakonunar, fyrr enn
tær vórðu boðsendar, tá ið hon var komin at
eiga. Tað kundi ganga long tíð til ferðing eft-
ir sjógv ella landi. Samrøður við núlivandi
ljósmøður og nærkonur vísa hetta mynstur:
Barnakonan bað í góðari tíð onkra skila-
konu koma at hjálpa sær, tá ið tíðin kom, at
hon skuldi eiga. Var ljósmóðirin í nánd,
metti nærkonan um, nær tíð var at senda
boð eftir henni. Ljósmóðirin segði henni,
hvat ið hon skuldi gera og ikki gera. Tað
hendi meira enn so, at konan átti, áðrenn
ljósmóðirin kom, og nærkonan tók tá ímóti
barninum. Ofta var tað so, at henda nær-
kona tók sær av at røkja seingjarkonu og
barn, tá ið ljósmóðirin búði í aðrari bygd og
tí mátti avstað aftur. Hetta samstarv sigst
hava verið gott, nærkonurnar vóru royndar
og samvitskufullar, og dugdu at leggja alt til
rættis, so ljósmóðirin kundi fara beint til
verka, tá ið hon kom, og gingu henni til
handar.
Ein nærkona fødd 1894 greiddi frá, at hon
hevði tikið ímóti fleiri børnum, heilt fram til
1960árini. »Umdømi« hennara var avmark-
að til býlingin, har hon búði - í øðrum býl-
ingum vóru aðrar, sum høvdu somu upp-
gávu sum hon. Spurd um hon fekk nakað
afturfyri, segði hon, at hon plagdi at verða
boðin í barsil (sama hava aðrar sagt, eisini
ljósmøður). Men annars hugsaði eingin um
at taka pengar fyri slíka hjálp. Til samanber-
ingar nevndi hon, at eingin heldur hugsaði
um at taka løn fyri at kokkast eina heila
viku!
Lønarviðurskifti
í 1810-reglugerðini stóð, at ljósmøður »paa
Landet« í Danmark skuldu hava hava 20
Rdl. um árið, og hartil torv ella annað
brenni, eitt kúfóður, hús ella ískoyti til húsa-
leigu. Hetta skuldi gjaldast av »Amtets
Hartkorn«. Tær kundu krevja í samsýning,
1-4 mark eftir førimuni viðskiftafólksins.
Lógargreinin um løn kom ikki at virka í
Føroyum, tá ið reglugerðin varð sett í gildi
her í 1813. Harafturímóti sær tað út, sum
fólk hava latið ljósmøðrum samsýning, sum
tó munti lítið, tí »de fattige fattes evnen, de
rige viljen« til at gjalda, sum Nap. Nolsøe
landslækni tók til í 1860-árunum.
Tá ið løgtingið varð endurreist, varð roynt
at fáa nýggja ljósmøðralóg samtykta har.