Fróðskaparrit - 01.01.1991, Page 128

Fróðskaparrit - 01.01.1991, Page 128
132 LEIKAR OG LÆRDAR um fyrr enn í 1880-árunum. - Vanlig hugs- an var síðst í 19. øld, tá ið konufólk fóru at streingja á fyri at sleppa fram at hægri lestri, at kvinnur høvdu ikki teir eginleikar, sum skuldu til fyri at kunna røkja t.d. læknaarb- eiði, og at lærdómur var skaðiligur fyri tær. - »Hjerne og ovarier ka ikke udvikle seg samtidig«, stóð at lesa í norskum læknatíð- arriti í 1892, og ávarað varð ímóti »skoleli- vets skadelige indflytelse paa den kvindelige organisme«22. Læknarnir høvdu bæði fingið henda hugburð lagdan niður í seg saman við lestrinum, og hartil høvdu teir lógina at ganga eftir, sum ásetti, hvussu arbeiðsbýtið skuldi vera. Nærkonur í hesum sambandi kunnu vit eisini nevna ein annan bólk, sum hevði sín lut í hesum arb- eiðsbýti. Tað vóru tær konur, sum vórðu bidnar at koma til konuna, til ljósmóðirin kom fram. í eldri tíð hava tær onkuntíð ver- ið nevndar nærkonur, og hetta heitið verður her brúkt, hóast eingin, sum eg havi tosað við, veit um, at tær høvdu nakað heiti fyri tað um tær høvdu hetta sum álitisstarv. Ljósmøðurnar høvdu í flestu førum fleiri bygdir at røkja. Tær høvdu til seint í tíðini einki samband við barnakonunar, fyrr enn tær vórðu boðsendar, tá ið hon var komin at eiga. Tað kundi ganga long tíð til ferðing eft- ir sjógv ella landi. Samrøður við núlivandi ljósmøður og nærkonur vísa hetta mynstur: Barnakonan bað í góðari tíð onkra skila- konu koma at hjálpa sær, tá ið tíðin kom, at hon skuldi eiga. Var ljósmóðirin í nánd, metti nærkonan um, nær tíð var at senda boð eftir henni. Ljósmóðirin segði henni, hvat ið hon skuldi gera og ikki gera. Tað hendi meira enn so, at konan átti, áðrenn ljósmóðirin kom, og nærkonan tók tá ímóti barninum. Ofta var tað so, at henda nær- kona tók sær av at røkja seingjarkonu og barn, tá ið ljósmóðirin búði í aðrari bygd og tí mátti avstað aftur. Hetta samstarv sigst hava verið gott, nærkonurnar vóru royndar og samvitskufullar, og dugdu at leggja alt til rættis, so ljósmóðirin kundi fara beint til verka, tá ið hon kom, og gingu henni til handar. Ein nærkona fødd 1894 greiddi frá, at hon hevði tikið ímóti fleiri børnum, heilt fram til 1960árini. »Umdømi« hennara var avmark- að til býlingin, har hon búði - í øðrum býl- ingum vóru aðrar, sum høvdu somu upp- gávu sum hon. Spurd um hon fekk nakað afturfyri, segði hon, at hon plagdi at verða boðin í barsil (sama hava aðrar sagt, eisini ljósmøður). Men annars hugsaði eingin um at taka pengar fyri slíka hjálp. Til samanber- ingar nevndi hon, at eingin heldur hugsaði um at taka løn fyri at kokkast eina heila viku! Lønarviðurskifti í 1810-reglugerðini stóð, at ljósmøður »paa Landet« í Danmark skuldu hava hava 20 Rdl. um árið, og hartil torv ella annað brenni, eitt kúfóður, hús ella ískoyti til húsa- leigu. Hetta skuldi gjaldast av »Amtets Hartkorn«. Tær kundu krevja í samsýning, 1-4 mark eftir førimuni viðskiftafólksins. Lógargreinin um løn kom ikki at virka í Føroyum, tá ið reglugerðin varð sett í gildi her í 1813. Harafturímóti sær tað út, sum fólk hava latið ljósmøðrum samsýning, sum tó munti lítið, tí »de fattige fattes evnen, de rige viljen« til at gjalda, sum Nap. Nolsøe landslækni tók til í 1860-árunum. Tá ið løgtingið varð endurreist, varð roynt at fáa nýggja ljósmøðralóg samtykta har.
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.