Fróðskaparrit - 01.01.1991, Page 131

Fróðskaparrit - 01.01.1991, Page 131
LEIKAR OG LÆRDAR 135 skapar- og vinnulívsviðurskifti vóru í Føroy- um um hetta mundið. í árunum fyri og eftir aldarskiftið vórðu fleiri handils- og vinnufyritøkur stovnaðar, og meira av reiðum peningi kom í umfar. Eftirspurningurin eftir arbeiðsmegi vaks, og alt fleiri fingu lønina útroknaða í krónum og oyrum. Arbeiðsfólkið hevði í fyrstani onga ávirk- an á løn og arbeiðskor. Men so við og við lærdu yrkisbólkar at skipa seg í yrkisfeløg og standa saman. í 1911 varð Føroya Fiski- mannafelag stovnað, í 1915 arbeiðarafelagið Enigheden á Tvøroyri, og síðan komu arb- eiðarafeløg í Havn 1916 og Klaksvík 1925. Fyrsta arbeiðskvinnufelag var Fiskerpigernes Fagforening á Tvøroyri, stovnað 192225. Før- oya Lærarafelag varð stovnað 1898 og fekk í 1913 limaskap í danska lærarafelagnum. Hesi dømi vísa, at siðurin at skipa seg í yrkisfelag var við at koma til Føroya í hesum tíðum. Samferðsla og samskifti við útheimin var so mikið batnað, at yrkisbólkar kundu samanbera seg við javnlíkar í øðrum londum og finna fyrimyndir fyri, hvussu teir kundu fáa ávirkan á kor síni. Fyrimyndir ljósmøðra í yrkisfelagsmálum Føroyskar ljósmøður, sum høvdu verið í Keypmannahavn og lært, vistu eisini um fe- lagsvirksemi hjá donskum ljósmøðrum, sum høvdu stovnað felag í 1893. Tær høvdu lóg- irnar hjá hesum felag sum fyrimynd og kundu fyri stóran part nýta somu grundgev- ingar í lønarstríði; hartil kundu tær vísa á onnur viðurskifti, sum vóru verri í Føroyum enn í Danmark, t.d. tey ringu ferðalíkindi, og hvussu torført tað var at fáa læknahjálp, um okkurt óvanligt barst á. - Eisini ting- menn samanbóru við donsk viðurskifti, tá ið teir viðgjørdu ljósmøðralógaruppskot, men úr øðrum sjónarhorni enn ljósmøðurnar - teir talaðu um, at kommurnar í Danmark høvdu betri møguleikar at krevja skatt og rinda lønir enn føroyskar kommunur26. Læknarnir munnu eisini mangan hava lagt ljósmøðrunum orð í munnin. Sjónar- mið og argument, sum læknarnir høvdu brúkt í sínum stríði fyri betri arbeiðskorum, kundu fyri stóran part eisini nýtast at styðja krøvini hjá ljósmøðrunum. Felags fyri báðar partar var, at lønin partvíst skuldi gjaldast sum føst almenn løn, partvíst sum beinleiðis gjald fyri tænastur. í grein nevnd »Legene og samfunnet«27 hevur J. I. Elstad skrivað um, hvussu lækna- stættin hevur hækkað sín sosiala status síð- an miðju 19. øld. Hann tekur sum dømi bók eftir P. Starr »The Social Transformation of American Medicine« og minnisrit hjá norska læknafelagnum »Legene og samfunnet« og vísir á felags eyðkenni í amerikanskari og norskari læknasøgu. Um miðju 19. øld høvdu læknar ikki tann myndugleika og virðing, sum teir seinni fingu, og vóru sera illa løntir í samanburði við aðrar embætis- stættir. Elstad spyr, hvussu tað ber til, at læknafrøðin longu í seinnu helvt af 19. øld vann »ideologiskan sigur«, tí í eftirtíð verður hildið sera ivasamt, um læknafrøðin eigur so stóran part av æruni av, at deyðatalið mink- aði, sum tað gjørdi, heldur var tað batnandi heilsustandur yvirhøvur. Hann tekur saman- um, at »... veksten i medisinens kulturelle autoritet var ikke uretmessig, men opsto sá á sige som et lán pá framtida. Den sto ikke i samsvar med medisinens faktiske terapeutis- ke betydning pá den tida, men skyltes heller myten om dens terapeutiske effekt, kombi- nert med den prestige, som var forbunden med framgangsrik hygienisk innsats og den
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.