Fróðskaparrit - 01.01.1991, Blaðsíða 131
LEIKAR OG LÆRDAR
135
skapar- og vinnulívsviðurskifti vóru í Føroy-
um um hetta mundið.
í árunum fyri og eftir aldarskiftið vórðu
fleiri handils- og vinnufyritøkur stovnaðar,
og meira av reiðum peningi kom í umfar.
Eftirspurningurin eftir arbeiðsmegi vaks, og
alt fleiri fingu lønina útroknaða í krónum og
oyrum.
Arbeiðsfólkið hevði í fyrstani onga ávirk-
an á løn og arbeiðskor. Men so við og við
lærdu yrkisbólkar at skipa seg í yrkisfeløg og
standa saman. í 1911 varð Føroya Fiski-
mannafelag stovnað, í 1915 arbeiðarafelagið
Enigheden á Tvøroyri, og síðan komu arb-
eiðarafeløg í Havn 1916 og Klaksvík 1925.
Fyrsta arbeiðskvinnufelag var Fiskerpigernes
Fagforening á Tvøroyri, stovnað 192225. Før-
oya Lærarafelag varð stovnað 1898 og fekk í
1913 limaskap í danska lærarafelagnum.
Hesi dømi vísa, at siðurin at skipa seg í
yrkisfelag var við at koma til Føroya í hesum
tíðum. Samferðsla og samskifti við útheimin
var so mikið batnað, at yrkisbólkar kundu
samanbera seg við javnlíkar í øðrum londum
og finna fyrimyndir fyri, hvussu teir kundu
fáa ávirkan á kor síni.
Fyrimyndir ljósmøðra í yrkisfelagsmálum
Føroyskar ljósmøður, sum høvdu verið í
Keypmannahavn og lært, vistu eisini um fe-
lagsvirksemi hjá donskum ljósmøðrum, sum
høvdu stovnað felag í 1893. Tær høvdu lóg-
irnar hjá hesum felag sum fyrimynd og
kundu fyri stóran part nýta somu grundgev-
ingar í lønarstríði; hartil kundu tær vísa á
onnur viðurskifti, sum vóru verri í Føroyum
enn í Danmark, t.d. tey ringu ferðalíkindi,
og hvussu torført tað var at fáa læknahjálp,
um okkurt óvanligt barst á. - Eisini ting-
menn samanbóru við donsk viðurskifti, tá ið
teir viðgjørdu ljósmøðralógaruppskot, men
úr øðrum sjónarhorni enn ljósmøðurnar -
teir talaðu um, at kommurnar í Danmark
høvdu betri møguleikar at krevja skatt og
rinda lønir enn føroyskar kommunur26.
Læknarnir munnu eisini mangan hava
lagt ljósmøðrunum orð í munnin. Sjónar-
mið og argument, sum læknarnir høvdu
brúkt í sínum stríði fyri betri arbeiðskorum,
kundu fyri stóran part eisini nýtast at styðja
krøvini hjá ljósmøðrunum. Felags fyri báðar
partar var, at lønin partvíst skuldi gjaldast
sum føst almenn løn, partvíst sum beinleiðis
gjald fyri tænastur.
í grein nevnd »Legene og samfunnet«27
hevur J. I. Elstad skrivað um, hvussu lækna-
stættin hevur hækkað sín sosiala status síð-
an miðju 19. øld. Hann tekur sum dømi bók
eftir P. Starr »The Social Transformation of
American Medicine« og minnisrit hjá norska
læknafelagnum »Legene og samfunnet« og
vísir á felags eyðkenni í amerikanskari og
norskari læknasøgu. Um miðju 19. øld
høvdu læknar ikki tann myndugleika og
virðing, sum teir seinni fingu, og vóru sera
illa løntir í samanburði við aðrar embætis-
stættir. Elstad spyr, hvussu tað ber til, at
læknafrøðin longu í seinnu helvt af 19. øld
vann »ideologiskan sigur«, tí í eftirtíð verður
hildið sera ivasamt, um læknafrøðin eigur so
stóran part av æruni av, at deyðatalið mink-
aði, sum tað gjørdi, heldur var tað batnandi
heilsustandur yvirhøvur. Hann tekur saman-
um, at »... veksten i medisinens kulturelle
autoritet var ikke uretmessig, men opsto sá á
sige som et lán pá framtida. Den sto ikke i
samsvar med medisinens faktiske terapeutis-
ke betydning pá den tida, men skyltes heller
myten om dens terapeutiske effekt, kombi-
nert med den prestige, som var forbunden
med framgangsrik hygienisk innsats og den