Fróðskaparrit - 01.01.1991, Page 134

Fróðskaparrit - 01.01.1991, Page 134
138 LEIKAR OG LÆRDAR »Disse (t.e. skitlig) Hjem har fuld Sympati fra ... specielt Lægers og Jordemødres Side; ... en stadig Kilde til Ærgrelse for alle Læger og alle Jordemødre, som fuldt ud har Forstaaelsen af og er paa Højde med Nutidens Antiseptik.« (Dimmal. nr. 99) Hon skrivar um moralskt kall til starvið, sum áleggur teimum skyldur, ið ganga fram um egin áhugamál: »Jordemoderens Pligter som Menneske mod det an- det Menneske er mere omfattende og vidtrækkende end nogen juridisk Lov kan paalægge hende«. (Dimmal. nr. 82) Eins og læknar krevja at verða viðurkendir sum teir, ið best duga at taka sjúkraavgerð og viðgera sjúk, krevur H.H., at ljósmøður fáa myndugleika á sínum øki: «... hvor vi har mærket, at vore Patienter og deres Párørende har ... søgt at lette vort Arbejde ved at lyde vore Ordrer og imødekomme vore Ønsker i Bar- selskvindens Interesse ... (Dimmal. nr. 99) Hansina Hansen skrivar eisini nógv um rein- føri, ikki bert í ítøkiligari merking at skilja millum reint og skitið, men eisini í víðari merking. Hon fordømir strangliga drykki- skap og siðloysi: »Er det noget, vi Jordemødre afskyer, sá er det et usædeligt Levned; men Skæbnen føjer det altfor tit saadan, at Jordemødrenes Nærværelse paakræves i Slutningsakten af andres usædelige Liv ... men Li- bertinerne fortsætter paa Jordemødrenes og andres Bekostning« (Dimmal. nr. 84). Hansina Hansen er ávirkað av tíðarinnar borgaraliga kvinnustríði fyri størri persóns- frælsi og politiskum frælsi, og tekur fram, hvussu torført tað er at sameina skyldur sum matmóðir við skyldur, sum fylgja við ljós- møðraarbeiðinum. Hon skrivar um, hvussu tungt tað mangan kann vera t.d. at fara heiman frá sjúkum børnum; hon nevnir dømi um, at hon hevur verið í torvi á náttar- tíð og mitt í øllum fingið boð um at koma til eigandi konu, og at tað í slíkum førum kann vera ringt at vera so nývaskað og rein, sum tað krevst. - Systrar og døtur við góðum hug at læra eiga ikki at verða forðaðar, tí ljósmóðirin sum ofta er ikki hevur ráð at hava arbeiðskonu. Hon setur ikki fram krav um forsyrgjara- løn, men sigur at tað er órímiligt, at hon má fáa av lønini hjá manninum fyri at kunna halda seg við mati og klæðum og til tað nógva klædnavask, sum starvið krevur. Harafturímóti skrivar hon ofta um, hvat »en fri Kvinde« má hava rætt at krevja av samfelagnum, og í tí sambandinum setur hon ljósmøður og kvinnur sum heild í ein og sama bólk. Tað sum tænir ljósmøðrum, tænir eisini øllum kvinnum, og at ljósmøður hava hótt við at fara frá, um ikki tær fáa tær sømdir, tær hava kravt, er sum frá líður eis- ini tað besta, tær kunnu gera fyri allar føð- andi kvinnur, tí ikki uttan skil fæst á arb- eiðs- og lønarkor teirra, kann roknast við at fáa »en Stab af legemlig og moralsk sunde Kvinder« til ljósmøðrastættina. - Hansina endar greinina við hesum orðum: »Efter ovenstaande Sammenligning ser det ud for os Jordemødre, som om færøske Kvinder og Børn ikke er nær saa meget værd som Dyrene paa Øerne.« (Dimmal. nr. 85) Her sipar hon til, at djóralækni júst var sett- ur og fekk 2000 kr. í ársløn + 2400 kr. í beinleiðis samsýningum. Sjálv er hon ongan- tíð komin upp á meira enn 700 kr. í inntøku, men tá ið hon dregur útreiðslur frá (arbeiðs- konuløn íroknað), roknar hon seg hava havt hall upp á 182 kr. Slíkur málburður fall ikki í góða jørð tá á døgum, og í Tingakrossi verður H.H. háandi umtalað sum ein »samfundskvinde«, og eyk-
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.