Fróðskaparrit - 01.01.1991, Page 135

Fróðskaparrit - 01.01.1991, Page 135
LEIKAR OG LÆRDAR 139 nevni verður brúkt ímóti henni í Tinga- krossi. í lesarabrævinum sigur tann dul- nevnda »husmoder« seg hvørki vera »nogen Valkyrie-Natur eller føler mig kaldet til at optræde som »Samfundskvinde«32. Ei held- ur mundi tað verða væl upptikið, tá ið hon nevndi, at tann siður at vísa ljósmóðurini stóran blíðskap, kanska var betur burtur- dottin, tí tað hevði lætt um møguleikarnar at fremja lønarkrøvini. (Dimmal. nr. 99). Skriving Hansinu Hansens er fyriboðan um eina nýggja sjálvsfatan hjá ljósmøðrum. Yvir fyri myndugleikum høvdu tær ein mál- burð, ið legði dent á yrkismedvit og identi- fisering við tað almenna heilsuverkið. Men í tí dagliga arbeiðinum vóru tær bundnar av teimum krøvum um umsorgan, sum við- skiftafólk settu til teirra, og mettu í hvørjum føri sær, hvat ið mest trongdi til, og hvat ið tær kundu vænta ella krevja afturfyri. SAMANUMTØKA í eldri tíðum var ljósmøðrayrkið eitt álitis- starv, sum fall á summar konur. Tann kunn- leiki, tær høvdu, høvdu tær lært av eldri konum. í 19. øld varð roynt at seta strangari reglur fyri, hvør ið kundi virka sum ljósmóð- ir. Endamálið var, at øllum borgarum skuldi standa køn ljósmøðrahjálp í boði, og tí vórðu krøv sett til upplæring á skúla og eft- irlit við starvi teirra eftir reglum í danskari lóg frá 1810, sum eisini tryggjaði ljósmøðr- um løn fyri tænastur teirra. Sera trupult var at fáa nóg mangar ljós- møður, ið eftir hesi lóg kundu metast sum skikkaðar til starvið. Hóast samtíðarmenn vóru varir við tann skeivleika, at bert tann parturin av lógini, sum ásetti skyldur og krøv, kom í gildi í Føroyum, men ikki tær lógargreinir, sum vissaðu teimum løn og hóskandi samsýningar, vóru nógvar forðing- ar fyri at greiða henda spurning so, at tað kundi eggja fleiri til at taka ljósmøðrayrkið upp á seg. Ring ferðarlíkindi gjørdu, at ljósmøður flest høvdu lítið arbeiði í part. Lítil peningur var í umfari, og tí lítið at taka av til løn og samsýningar. Ein bati var eitt skifti eftir, at nýggj lóg kom í gildi 1878. Ljósmøður fingu tá fasta løn frá tí almenna og rætt til »rími- liga samsýning« frá viðskiftafólki. Men sum frá leið, dragnaði ljósmøðralønin nógv aft- urúr samanborið við prís- og lønarvøkstur í landinum annars, og samtíðis øktust krøvini til, hvat ið ljósmøður skuldu duga og hava ábyrgd av, t.d. sjúkufyribyrgjandi tiltøkum og skráseting. Eftir 1900 varð fleiri ferðir borið upp á mál at fáa hesi viðurskifti í rætt lag, men ikki fyrr enn í 1920 eydnaðist at fáa nýggja ljósmøðralóg, sum allir partar so toluliga kundu semjast við. Tær góðu ætlanir, sum danskir og seinni eisini føroyskir myndugleikar høvdu við at taka ábyrgd av hesum parti av almennu heilsurøktini og seta kønar ljósmøður um alt landið, kundu ikki fremjast uttan at leggja stórar arbeiðsbyrðar og ábyrgd á ljósmøð- urnar. Arbeiði teirra var av slíkum slag, at tær bæði eftir myndugleika krøvum og sið- bundum krøvum um næstakærleika illa kundu sýta sínum viðskiftafólki bøn, um enn ongar vónir vóru um hóskandi samsýn- ing. Einasti møguleiki var tí at greiða hesi viðurskifti við lóg, men leingi høvdu tær lítl- ar og ongar møguleikar til alment at bera fram nøkur krøv um rímiligar arbeiðssømd- ir. Var tað eitt tógvið stríð at fáa lønarviður-
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.