Fróðskaparrit - 01.01.1991, Qupperneq 135
LEIKAR OG LÆRDAR
139
nevni verður brúkt ímóti henni í Tinga-
krossi. í lesarabrævinum sigur tann dul-
nevnda »husmoder« seg hvørki vera »nogen
Valkyrie-Natur eller føler mig kaldet til at
optræde som »Samfundskvinde«32. Ei held-
ur mundi tað verða væl upptikið, tá ið hon
nevndi, at tann siður at vísa ljósmóðurini
stóran blíðskap, kanska var betur burtur-
dottin, tí tað hevði lætt um møguleikarnar at
fremja lønarkrøvini. (Dimmal. nr. 99).
Skriving Hansinu Hansens er fyriboðan
um eina nýggja sjálvsfatan hjá ljósmøðrum.
Yvir fyri myndugleikum høvdu tær ein mál-
burð, ið legði dent á yrkismedvit og identi-
fisering við tað almenna heilsuverkið. Men í
tí dagliga arbeiðinum vóru tær bundnar av
teimum krøvum um umsorgan, sum við-
skiftafólk settu til teirra, og mettu í hvørjum
føri sær, hvat ið mest trongdi til, og hvat ið
tær kundu vænta ella krevja afturfyri.
SAMANUMTØKA
í eldri tíðum var ljósmøðrayrkið eitt álitis-
starv, sum fall á summar konur. Tann kunn-
leiki, tær høvdu, høvdu tær lært av eldri
konum. í 19. øld varð roynt at seta strangari
reglur fyri, hvør ið kundi virka sum ljósmóð-
ir. Endamálið var, at øllum borgarum skuldi
standa køn ljósmøðrahjálp í boði, og tí
vórðu krøv sett til upplæring á skúla og eft-
irlit við starvi teirra eftir reglum í danskari
lóg frá 1810, sum eisini tryggjaði ljósmøðr-
um løn fyri tænastur teirra.
Sera trupult var at fáa nóg mangar ljós-
møður, ið eftir hesi lóg kundu metast sum
skikkaðar til starvið. Hóast samtíðarmenn
vóru varir við tann skeivleika, at bert tann
parturin av lógini, sum ásetti skyldur og
krøv, kom í gildi í Føroyum, men ikki tær
lógargreinir, sum vissaðu teimum løn og
hóskandi samsýningar, vóru nógvar forðing-
ar fyri at greiða henda spurning so, at tað
kundi eggja fleiri til at taka ljósmøðrayrkið
upp á seg.
Ring ferðarlíkindi gjørdu, at ljósmøður
flest høvdu lítið arbeiði í part. Lítil peningur
var í umfari, og tí lítið at taka av til løn og
samsýningar. Ein bati var eitt skifti eftir, at
nýggj lóg kom í gildi 1878. Ljósmøður fingu
tá fasta løn frá tí almenna og rætt til »rími-
liga samsýning« frá viðskiftafólki. Men sum
frá leið, dragnaði ljósmøðralønin nógv aft-
urúr samanborið við prís- og lønarvøkstur í
landinum annars, og samtíðis øktust krøvini
til, hvat ið ljósmøður skuldu duga og hava
ábyrgd av, t.d. sjúkufyribyrgjandi tiltøkum
og skráseting.
Eftir 1900 varð fleiri ferðir borið upp á
mál at fáa hesi viðurskifti í rætt lag, men
ikki fyrr enn í 1920 eydnaðist at fáa nýggja
ljósmøðralóg, sum allir partar so toluliga
kundu semjast við.
Tær góðu ætlanir, sum danskir og seinni
eisini føroyskir myndugleikar høvdu við at
taka ábyrgd av hesum parti av almennu
heilsurøktini og seta kønar ljósmøður um alt
landið, kundu ikki fremjast uttan at leggja
stórar arbeiðsbyrðar og ábyrgd á ljósmøð-
urnar. Arbeiði teirra var av slíkum slag, at
tær bæði eftir myndugleika krøvum og sið-
bundum krøvum um næstakærleika illa
kundu sýta sínum viðskiftafólki bøn, um
enn ongar vónir vóru um hóskandi samsýn-
ing. Einasti møguleiki var tí at greiða hesi
viðurskifti við lóg, men leingi høvdu tær lítl-
ar og ongar møguleikar til alment at bera
fram nøkur krøv um rímiligar arbeiðssømd-
ir.
Var tað eitt tógvið stríð at fáa lønarviður-