Fróðskaparrit - 01.01.2001, Blaðsíða 2
6
•HVØR SUM í MÍNIFÓTSPOR STÍGUR, LÆRIKKIALLAN STUND!«
Hertil er fyrst at siga, at kvæðini eru
dansiskaldskapur, og ikki yrkt til at lesa.
Ein, ið er kunnugur við føroyska dansin,
veit, hvussu kvæðini endurupplivast
kensluliga í góðum dansi, og at í hesum er
sumpart teirra skaldsliga virði at finna, sum
ikki berst í tekstinum aleina. Samskiftið í
føroyska dansinum, har orðini eru bert ein
partur saman við musikkinum og stevinum,
leggur fleiri dimensiónir aftur at teimum
beru hendingunum, sum eru lýstar í orðun-
um.
Tann parturin skal ikki viðgerast í hesi
grein. Míni ørindi eru at leggja fram eitt
sjónarmið um kappakvæðini sum skald-
skap, at frásagnirnar um bardagarnar, kapp-
amar og risamar eru ein skaldsligur hamur
um eina undirsøgu, ið stundum kann vera
langt frá beinleiðis frásagnunum í kvæðn-
um, men sum vísir løg í hesum yrkingar-
hátti, ið lítið ella einki er skrivað um áður.
Gongu Rólvs kvæði (CCF 29, TSB E
148) er eitt væl umtókt kappakvæði í Før-
oyum. Tað hevur verið og verður enn tíðum
kvøðið á gólvi. Tað hevur dám av kappa-
kvæði, roysnini eru stór og risin øgiligur,
men veruliga evnið er hvørki rósverd
kappabrøgd ella æra. Evnið í kvæðnum er
incest og tær fylgjur, slíkur herviligur
ágangur hevur. Incest hevur helst altíð
komið fyri, men undir øllum viðurskiftum
og til alla tíð hevur verið sera trupult ella
ómøguligt at tosa um hetta meina fyri-
brigdi. Uttan hult í skaldskapi hevur tað
kunnað borið til at nevna tað ónevniliga,
ivaleyst eisini skiljandi hjá teimum, ið
skuldu skilja tað.
Hamurin í Gongu Rólvs kvæði er tann
vælkendi bundni kvæðastílurin. í hesum
kvæði eyðkendur í støðum við sterkum og
originalum myndamáli. I verkinum The
Types of the Scandinavian Medieval Ballad
(TSB), ið er yvirlit yvir øll norðurlendsk
kvæði, er Gongu Rólvs kvæði at finna sam-
an við sjey øðrum kvæðum í einum undir-
bólki av kappakvæðum kallaður Kvinna
burturflutt av risa verður bjargað og hevur
nummar E 148. Hetta er undirbólkur undir
øðrum høvuðsbólkinum av kappakvæðum,
við heitinum trøllakvæði, tí høvuðshend-
ingin í hesum kvæðum er bardagi við risa
ella trøll. Eisini í verkinum Føroya kvæði
(CCF) er okkara kvæði at finna millum
kappakvæðini. Tað hevur her nummar 29
og stendur í fyrsta bindi av teirri prentaðu
útgávuni.
Allýsingin kappakvæði er gjørd eftir frá-
søgustílinum og tí ytru søguni. Undirsøgan
er har aftur ímóti mest sum eitt ævintýr. Tað
merkir, at søgan kann tolkast og fatast við
somu kotum, sum ævintýr. A tann hátt kann
hitt annars forbodna evnið incest berast
fram og viðgerast í alment góðtiknum
hami. Tann næsti spurningurin er so, um
tað veruliga er so, at Gongu Rólvs kvæði
skal fatast sum ein viðgerð av incest skilt
soleiðis, at kvøðarar og dansifólk hava havt
nakra fatan ella medvit um hetta. Incest-
sambandið millum Rólv og systur hansara
verður ikki dult í kvæðnum, í summum frá-
brigdum verður dentur lagdur á tað. Hvussu
fólk hava fatað hetta fyrr í tíðini, vita vit
einki um, men á okkara døgum verður in-
cestmotivið í hesum kvæði antin skúgvað
til viks í kvøðing ella, sum eg kann skilja,
heldur lagt afturat sum enn eitt roysni og
bragd hjá kappanum Rólvi.
I samandráttinum í TSB, ið ivaleyst