Fróðskaparrit - 01.01.2001, Blaðsíða 17
HEROISM ANDINCESTIN THE BALLAD OF GONGU RÓLVUR
21
seglini fullu á bunkan niður,
togini gingu sundur.
A 24 Tá tók at bendast í breiðum báti,
skulvu borð og bitar,
sleipaðu norð í Trøllabotn,
gekk teim súrt við slitar.
Mortan Nolsøe (1989 s. 15) nevnir, at m.a.
hetta brot bendir á, at kvæðið ikki er yrkt
inni í landinum, men av fólki, ið kennir
sjógvin. Tað er so sjálvsagt. Hann heldur
tað vera mest sannlíkt, at kvæðið er yrkt í
Føroyum. Yrkjarin hevur tikið myndir úr
kendum umhvørvi at lýsa psykologisku
viðurskiftini hjá hesum trimum fólkum.
Ein ódnarlýsing sum henda hevur eisini
hugtikið føroyingar, og gjørt, at Gongu
Rólvs kvæði enn er millum tey væl um-
tóktu kvæðini á gólvi.
Sjálvur hefti eg meg serliga við myndina
Island var sum fuglur at sjá/ aldan fjalir
land. Hon kann væl takast sum ein sera
original mynd av sálarligu støðuni hjá
dronginum, og at hann stundum hevur
verið í ørviti í allari neyðini heima hjá
sínum ónda faðiri.
Moyggjaland
Søgan um eitt land, har einans kvinnur
búgva, er kend víða hvar, og verður mett
sum upprunalig írsk-gælisk søgn. Tað hev-
ur verið mett sum tekin um samanrenning
millum norrøna og írsk-gæliska mentan.
Mortan Nolsøe byggir sína niðurstøðu, um
at Gongu Rólvs kvæði kann vera eitt
upprunaligt føroyskt kvæði ella hava eina
upprunaliga føroyska keldu, á m.a. hetta
motivið. (1989: 14ff.).
Sum partur av tí ytru kappasøguni í
kvæðnum tykist hetta motivið leyst í sam-
anhanginum. Tað kundi hóskað til hesa
søgu, um ikki Rólvur er so treyður at eftir-
líka frúnni Lindinmjá erotiskt:
A 95 Fyrstu nátt á borgum svav
á ríku frúur armi,
svørji tann eið á mína trúgv,
ei brast moyggjarnavn.
A 98 Aðra nátt á borgum svav
á ríku frúur síðu,
svørji tann eið á mína trúgv,
hans hendur fóru ei víða.
A 101 Triðju nátt á borgum svav
á ríku frúur arm,
svørji tann eið á mína trúgv,
at nú brast moyggjarnavn.
(B: 80,81,82, C: 105, 108, 111, D: 81,82,E:
90,91,92, 93, F: 106, 109, 112)
Seta vit í staðin motivið í samband við und-
irsøguna, er tað logiskt til staðar og undir-
byggir niðurstøðuna hjá yrkjaranum um
sálarligar skaðar av áganginum á børnini.
Nútíðar sálarfrøði metir tað sum eitt aðal-
eyðkenni við incest og seksuellum yvir-
gangi, at kynsligi samleikin verður av-
skeplaður. Upplivingamar hjá Rólvi saman
við gentuni við tí erotiskt symbolska navn-
inum Lindinmjá undirstrikar henda sálar-
trega. Kanska er tað hetta sama, ið fær hinar
kvinnurnar at leggja eftir honum, tí hetta er
eingin rættur maður, ið komin er til teirra: