Fróðskaparrit - 01.01.2001, Blaðsíða 12
16
•HVØR SUM í MÍNI FÓTSPOR STÍGUR, LÆR IKKI AT.T.AN STUND!
Hilda sigur, at tey eru systkin og leggur
beint afturat hetta, ið skal forklára støðuna:
A 54: Eg eri so von við trøllagleim,
angur kann eg ikki virða
(B 49, C 67 og F 68 hava orðið dylja, ið er enn
skilligari enn virða í A. D og F hava ikki hetta
ørindið).
Angurin sipar til skommina hon má bera og
møguliga eisini til kensluna av skyld, at
hon kann halda seg sjálva eiga part í, at
støðan er so ring, sum hon er.
Til at skilja ta drúgvu ferðina hjá Rólvi,
eftir at hann er sendur heimanífrá, mugu vit
taka enn eitt stig í tolkingini og ikki bara
meta tað, ið stendur beinleiðis, sum higar-
til: lýsingin av brøðrunum Illgerðssteini og
Odnarbjøm, tí ringu sjóferðini og tí drúgvu
gonguni um ísjøkulin eru alt ein metaforisk
lýsing av tí viðferð, Rólvur fær av tí ónda
pápanum. Har er eingin verulig sjóferð,
eingin ísjøkul og eingir brøður. Propp við-
ger persónarnar (leiklutimar) í ævintýrun-
um, og skilir ímillum »tale roles« og »cha-
racters«. »Tale roles« eru teir føstu leikar-
arnir í ævintýrunum. Teir eru felags fyri
skaldskapargreinina, traditiónina, á sama
hátt sum beinagrindin, vondin. »Charac-
ters« eru hissini fyrikomandi leikarar á æv-
intýrapallinum. Við teimum hava frásøgu-
fólkini møguleikar at skapa egnar persón-
ligar leikarar og geva teimum eginleikar, ið
eru óheftir av frymlinum, men sum kunna
bera ta tolking, ið ynskist. Brøðumir við
teimum iltórandi nøvnunum eru slíkir
»characters«, og kennast ikki aftur aðra-
staðni. Nøvnini siga ikki, at hetta eru her-
verksmenn, heilt einfalt tí teir gera onga
misgerð. Teir eru metaforar fyri misgerðir
pápans móti Rólvi, á sama hátt sum illveðr-
ið og ferðin í frosti og myrkri um jøkulin.
At teir eisini eru partar av donorfunkti-
ónini, er nevnt aðrastaðni í greinini.
At systkini ikki kenna hvønn annan aftur,
er eyðvitað at skilja bæði sum episk lýsing
av tí smædni, tey kenna yvir fyri hvørjum
øðrum, nú tað verður avdúkað, hvussu
standurin veruliga er í heimi teirra, og
kanska eisini av tí sálarligu broyting og av-
skeplan børn vera fyri undir slíkum ágangi
í langa tíð. Og nú eru vit við niðurstøðuna.
Ikki av okkara tolking, men ta niðurstøðu,
sum liggur í søguni:
A 78: Seks vetur var hann í Trøllabotnum,
í tí risans ranni,
inn til tann hin sjeynda,
tá legði hann ást við Svannu.
(B 65, C 88 og E 75. D og F 4-)
E hevur hetta ørindið:
E 76: Sjey vetur var hann í hellinum,
mann meg rætt um minna,
tað var stolta Svanna lítla,
hon gjørdist bleik um kinnar.
Deyðaval Rólvs
Sálarlig avskeplan er ein óumgeingilig
fylgja av gerðum, henda søga sigur frá.
Kvæðið leggur dent á, at hetta fer fram í
ógvuliga langa tíð - seks ár - heilt til bøm-
ini eru komin so langt av menniskjans leið
sálarliga, at tey skula hava bam saman.
Søgan hevur nú bara ein neyðugan og log-
iskan enda: Rólvur vil og kann ikki liva