Fróðskaparrit - 01.01.2001, Page 12

Fróðskaparrit - 01.01.2001, Page 12
16 •HVØR SUM í MÍNI FÓTSPOR STÍGUR, LÆR IKKI AT.T.AN STUND! Hilda sigur, at tey eru systkin og leggur beint afturat hetta, ið skal forklára støðuna: A 54: Eg eri so von við trøllagleim, angur kann eg ikki virða (B 49, C 67 og F 68 hava orðið dylja, ið er enn skilligari enn virða í A. D og F hava ikki hetta ørindið). Angurin sipar til skommina hon má bera og møguliga eisini til kensluna av skyld, at hon kann halda seg sjálva eiga part í, at støðan er so ring, sum hon er. Til at skilja ta drúgvu ferðina hjá Rólvi, eftir at hann er sendur heimanífrá, mugu vit taka enn eitt stig í tolkingini og ikki bara meta tað, ið stendur beinleiðis, sum higar- til: lýsingin av brøðrunum Illgerðssteini og Odnarbjøm, tí ringu sjóferðini og tí drúgvu gonguni um ísjøkulin eru alt ein metaforisk lýsing av tí viðferð, Rólvur fær av tí ónda pápanum. Har er eingin verulig sjóferð, eingin ísjøkul og eingir brøður. Propp við- ger persónarnar (leiklutimar) í ævintýrun- um, og skilir ímillum »tale roles« og »cha- racters«. »Tale roles« eru teir føstu leikar- arnir í ævintýrunum. Teir eru felags fyri skaldskapargreinina, traditiónina, á sama hátt sum beinagrindin, vondin. »Charac- ters« eru hissini fyrikomandi leikarar á æv- intýrapallinum. Við teimum hava frásøgu- fólkini møguleikar at skapa egnar persón- ligar leikarar og geva teimum eginleikar, ið eru óheftir av frymlinum, men sum kunna bera ta tolking, ið ynskist. Brøðumir við teimum iltórandi nøvnunum eru slíkir »characters«, og kennast ikki aftur aðra- staðni. Nøvnini siga ikki, at hetta eru her- verksmenn, heilt einfalt tí teir gera onga misgerð. Teir eru metaforar fyri misgerðir pápans móti Rólvi, á sama hátt sum illveðr- ið og ferðin í frosti og myrkri um jøkulin. At teir eisini eru partar av donorfunkti- ónini, er nevnt aðrastaðni í greinini. At systkini ikki kenna hvønn annan aftur, er eyðvitað at skilja bæði sum episk lýsing av tí smædni, tey kenna yvir fyri hvørjum øðrum, nú tað verður avdúkað, hvussu standurin veruliga er í heimi teirra, og kanska eisini av tí sálarligu broyting og av- skeplan børn vera fyri undir slíkum ágangi í langa tíð. Og nú eru vit við niðurstøðuna. Ikki av okkara tolking, men ta niðurstøðu, sum liggur í søguni: A 78: Seks vetur var hann í Trøllabotnum, í tí risans ranni, inn til tann hin sjeynda, tá legði hann ást við Svannu. (B 65, C 88 og E 75. D og F 4-) E hevur hetta ørindið: E 76: Sjey vetur var hann í hellinum, mann meg rætt um minna, tað var stolta Svanna lítla, hon gjørdist bleik um kinnar. Deyðaval Rólvs Sálarlig avskeplan er ein óumgeingilig fylgja av gerðum, henda søga sigur frá. Kvæðið leggur dent á, at hetta fer fram í ógvuliga langa tíð - seks ár - heilt til bøm- ini eru komin so langt av menniskjans leið sálarliga, at tey skula hava bam saman. Søgan hevur nú bara ein neyðugan og log- iskan enda: Rólvur vil og kann ikki liva
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154
Page 155
Page 156
Page 157
Page 158
Page 159
Page 160

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.