Fróðskaparrit - 01.01.2001, Blaðsíða 4
■HVØR SUM í MÍNI FÓTSPOR STÍGUR, LÆR IKKI ALLAN STUND!«
granskarar og har, tað verður kvøðið á
gólvi.
Greiningin av kvæðnum er í trimum
pørtum. Fyrst skal eg lýsa vondina (strukt-
urin) í søguni eftir háttalagnum hjá russiska
ævintýragranskaranum Vladimir Propp.
Síðani skal eg eftir háttalagnum hjá danska
ævintýragranskaranum Bengt Holbek
gloppa dymar til at skilja undirsøguna og
meiningina í kvæðnum. At enda skal eg
umrøða einstøk ævintýradrøg og onnur
eyðkenni, ið summi tykjast leys í saman-
hanginum í søgugongdini, men sum í
nýggjum ljósi hoyra til í søguni og eru væl
skiljandi í samanhanginum.
Vondin
011 gandaævintýr eru søgd í trimum pørt-
um. Tað er okkara kvæði eisini. Við ganda-
ævintýr meini eg í høvuðsheitum tann
bólkin, sum í altjóða yvirlitinum hjá Antti
Aarne og Stith Thompson yvir ævintýr
hevur nummar AT 300 til 749. Av føroysk-
um ævintýrum í hesum bólki kann eg so
hissini nevna Trøllið í fjallinum (AT 300.
Jakobsen s. 372ff.), Drongurin, ið bjargaði
kongadøtrunum (AT 303. Jakobsen s.
382ff.), Risans klóta (AT 311. Jakobsen s.
245ff.), Agnas á deildini (AT 313A. Jakob-
sen s. 614f.) og Fípan fagra (AT 313C. CCF
48).
Fyrsti partur fer fram í veruleikans verð.
Hann er um ferðina hjá Rólvi og brøðrun-
um Illgerðssteini og Ódnarbjøm í illveðri á
havinum, til teir leggja at landi í Trølla-
botnum. Her byrjar miðparturin og høvuðs-
parturin av søguni, ið stendur við, heilt til
fuglurin Skúgvur av Stokkanesi setir Rólv
av í Tróndheimi. í triðja parti eru vit aftur í
hesum heimi, við hovið hjá Ólavi kongi.
Har doyr Rólvur, og søgan endar.
I mongum kappakvæði kann samanset-
ingin í tríggjar partar vera tann sama sum
her, men tað er ikki altíð og er ikki neyðugt
í tí skaldskaparslagnum.
Russiski granskarin Vladimir Propp
vendi síni gransking móti beinagrindini ella
strukturinum, sum á føroyskum eisini hev-
ur verið kallað vondin. Hann meinar, at
vondin er hin sama í øllum gandaævintýr-
um, og lýsir hana við tí, hann kallar funkti-
ónir. Hann kom til tað úrslit, at øll ganda-
ævintýr eru sett saman av somu funktión-
um, sum eru 31 í tali. Allar 31 eru tó ikki at
finna í hvørjum einstøkum ævintýri. Har
kunna vera væl færri, men ongantíð fleiri.
Yvirlit eru at gera tað meira einfalt, ið
tykist fløkt. Yvirlit yvir innihaldið í einum
skaldaverki er ikki tað sama sum verkið
sjálvt, og listin yvir funktiónir hjá Propp er
einki ævintýr. Eitt ævintýr er heldur ikki al-
tíð so raðið sagt frá, at funktiónimar koma
sum perlur á bandi, og har ein endar, tekur
næsta við. Ævintýr kunna tykjast summum
einfaldur skaldskapur, men ofta eru nógv
løg virkin samstundis, kronologiskt er ikki
altíð sagt frá í »rættari« raðfylgju, sami per-
sónur kann hava fleiri funktionellar leiklut-
ir, og meira enn ein funktión (av teimurn
hjá Propp) kann greinast í sama tilburði. Eg
skal ikki endurtaka listan av funktiónum
hjá Propp (umframt í hansara egnu bók
(Propp, 1956) finst hann endurgivin í
standardverkum um ævintýragransking,
eitt nú Holbek (1987:335.). Eg skal bert
lýsa høvuðsgongdina í gandaævintýrunum
eftir frymlinum hjá Propp og samsvarandi
partamar í kvæði okkara so hvørt.