Fróðskaparrit - 01.01.2001, Page 4

Fróðskaparrit - 01.01.2001, Page 4
■HVØR SUM í MÍNI FÓTSPOR STÍGUR, LÆR IKKI ALLAN STUND!« granskarar og har, tað verður kvøðið á gólvi. Greiningin av kvæðnum er í trimum pørtum. Fyrst skal eg lýsa vondina (strukt- urin) í søguni eftir háttalagnum hjá russiska ævintýragranskaranum Vladimir Propp. Síðani skal eg eftir háttalagnum hjá danska ævintýragranskaranum Bengt Holbek gloppa dymar til at skilja undirsøguna og meiningina í kvæðnum. At enda skal eg umrøða einstøk ævintýradrøg og onnur eyðkenni, ið summi tykjast leys í saman- hanginum í søgugongdini, men sum í nýggjum ljósi hoyra til í søguni og eru væl skiljandi í samanhanginum. Vondin 011 gandaævintýr eru søgd í trimum pørt- um. Tað er okkara kvæði eisini. Við ganda- ævintýr meini eg í høvuðsheitum tann bólkin, sum í altjóða yvirlitinum hjá Antti Aarne og Stith Thompson yvir ævintýr hevur nummar AT 300 til 749. Av føroysk- um ævintýrum í hesum bólki kann eg so hissini nevna Trøllið í fjallinum (AT 300. Jakobsen s. 372ff.), Drongurin, ið bjargaði kongadøtrunum (AT 303. Jakobsen s. 382ff.), Risans klóta (AT 311. Jakobsen s. 245ff.), Agnas á deildini (AT 313A. Jakob- sen s. 614f.) og Fípan fagra (AT 313C. CCF 48). Fyrsti partur fer fram í veruleikans verð. Hann er um ferðina hjá Rólvi og brøðrun- um Illgerðssteini og Ódnarbjøm í illveðri á havinum, til teir leggja at landi í Trølla- botnum. Her byrjar miðparturin og høvuðs- parturin av søguni, ið stendur við, heilt til fuglurin Skúgvur av Stokkanesi setir Rólv av í Tróndheimi. í triðja parti eru vit aftur í hesum heimi, við hovið hjá Ólavi kongi. Har doyr Rólvur, og søgan endar. I mongum kappakvæði kann samanset- ingin í tríggjar partar vera tann sama sum her, men tað er ikki altíð og er ikki neyðugt í tí skaldskaparslagnum. Russiski granskarin Vladimir Propp vendi síni gransking móti beinagrindini ella strukturinum, sum á føroyskum eisini hev- ur verið kallað vondin. Hann meinar, at vondin er hin sama í øllum gandaævintýr- um, og lýsir hana við tí, hann kallar funkti- ónir. Hann kom til tað úrslit, at øll ganda- ævintýr eru sett saman av somu funktión- um, sum eru 31 í tali. Allar 31 eru tó ikki at finna í hvørjum einstøkum ævintýri. Har kunna vera væl færri, men ongantíð fleiri. Yvirlit eru at gera tað meira einfalt, ið tykist fløkt. Yvirlit yvir innihaldið í einum skaldaverki er ikki tað sama sum verkið sjálvt, og listin yvir funktiónir hjá Propp er einki ævintýr. Eitt ævintýr er heldur ikki al- tíð so raðið sagt frá, at funktiónimar koma sum perlur á bandi, og har ein endar, tekur næsta við. Ævintýr kunna tykjast summum einfaldur skaldskapur, men ofta eru nógv løg virkin samstundis, kronologiskt er ikki altíð sagt frá í »rættari« raðfylgju, sami per- sónur kann hava fleiri funktionellar leiklut- ir, og meira enn ein funktión (av teimurn hjá Propp) kann greinast í sama tilburði. Eg skal ikki endurtaka listan av funktiónum hjá Propp (umframt í hansara egnu bók (Propp, 1956) finst hann endurgivin í standardverkum um ævintýragransking, eitt nú Holbek (1987:335.). Eg skal bert lýsa høvuðsgongdina í gandaævintýrunum eftir frymlinum hjá Propp og samsvarandi partamar í kvæði okkara so hvørt.
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154
Page 155
Page 156
Page 157
Page 158
Page 159
Page 160

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.