Fróðskaparrit - 01.01.2001, Blaðsíða 13
HEROISM AND INCESTIN THE BALLAD OF GONGU RÓLVUR
17
longur. Kvæði endar við hesum, at Rólvur
ramliga sigur frá sínum trega, at hann hevur
havt ástarsamband við systur sína og tí ikki
kann liva longur.
Ikki øll frábrigdini eru tó líka greið við
hesum. I summum kámast hetta motivið, í
onkrum er tað heilt burtur, men yvirhøvur
verður hetta ikki dult. Greiðasta frásøgnin
finst í tí seinnu uppskriftini hjá Jóannesi í
Króki frá 1848, ið hann læt Hammers-
haimb. Uppskriftin hevur frámerkið Cb. Tá
Rólvur kemur inn fyri Ólav kong verður so-
leiðis greitt frá:
133 Rólvur gekk í høllina inn,
hann hevði ikki verið har fyrr,
uttarlaga hann sessin tók
ytst við hallardyr.
134 Tá svaraði Ólavur kongur,
letur so orðum byrja:
»Fyrst er at geva manni mat
og síðan tíðindi spyrja.«
135 Tað var ein av sveinunum
gitir so aftur svara:
»Latið hann siga frá tíðindum,
tí maður kann siga frá ferðum.«
136 Tá svaraði Gongu Rólvur
av so tungum trega:
»Eg havi livað í tungum heim,
og kann frá ferðum siga.
137 Eg kom mær so langt av leið
frá øllum kristnum monnum,
eg sá ikki svartan fugl
á snjóhvítum fonnum.
138 í heygnum fjaldi eg mikið gull,
fáan veit eg mín maka,
hvør sum her í durum treingist,
eg unni honum væl at taka.
139 Sjey vintur í trøllabotni
vil eg fyri tær greina,
har legði eg fyrst mítt giftarmál
við mína systur eina.
140 Tríggjar nætur á Moyggjalandi
letur so orðum víkja,
harvið bygdist heimurin,
at kvendið fekk sín líka.
141 Tríggjar nætur í Moyggjalandi
letur so orðum brynja,
harvið bygdist heimurin,
at kvendið fekk sín vilja.
142 Stundum havi eg við grunnar farið
og stundum uppi við ský,
hvør í míni fótspor stígur
lær ikki alla tíð.
143 Stundum havi eg undir skýggjum farið
stundum niðri við grunn,
hvør í míni fótspor stígur
lær ikki alla stund.
144 Stundum havi eg við grunnar farið
stundum við skýggja gangið,
hvør í míni fótspor stígur,
lær ikki altíð leingi.«
145 Enntá mælti Gongu Rólvur
gjørdist so nýtur drongur:
»Heintið mær prest at skrifta mær,
eg vil ikki liva longur.«