Fróðskaparrit - 01.01.2001, Blaðsíða 15
HEROISM AND INCESTIN THE BALLAD OF GONGU RÓLVUR
19
heild. Eg geri sum nevnt einki við spurn-
ingar um uppruna, útbreiðslu og aldur her,
men vil í staðin at enda taka fram nøkur av
hesum drøgum og eyðkennum og vísa,
hvussu tey hóska inn í eina heildarfatan av
kvæðnum, ið samsvarar við ta tolking av
undirsøguni, eg havi lagt fram í greinini.
Hilda - Svanna
Navnið á konuni í hellinum hjá Rosmari er
Hilda. Her er samsvar millum øll frábrigd-
ini. Rosmar nevnir hana soleiðis í samrøð-
uni millum tey bæði, tá hann kemur heim
og greiðir frá ferð síni, at hann hevur gjørt
av við manningina á skipinum hjá brøðrun-
um. Hann veit ikki av, at Rólvur liggur
fjaldur í urðini í hellinum:
A 58 Eg gangi ikki so út og inn,
eg kenni ikki beiskum brondum,
Hilda hevur tú krásir veitt,
tú greið tær snart av hondum.
(B 54, C 73, D 57, E 62, F 74)
I tí kenda ørindinum, har sagt verður frá
teimum fatalu viðurskiftunum millum
systkini, verður hon umtalað sum Svanna.
Svanna er ikki eitt navn, men seinni
partur av kenningini Urðarsvanna (norr.:
urðarsvanni), ið merkir ein stór kona ella
kelling. Svanni er eisini norrønt skaldskap-
arorð, og merkir genta ella kvinna.
Men samanhildið við meiningina í undir-
søguni er nýtslan av kenningarpartinum
Svanna logiskt sum heiti á Hildu. Her nýtir
frásøgan sama hátt við klúgving sum við
pápanum. Hon er genta og systir, men tey
seksuellu viðurskiftini, ið pápin sum risin
Rosmar noyðir hana inn í, verða undirstrik-
að við tí monstrøsa heitinum. Tá ið Rólvur
endiliga sleppur undan risanum, heldur
hann ivaleyst, at hon er so skadd, at hon
valla kann koma sær millum fólk aftur. Tá
hann skilst frá risanum við Moyggjaland,
biður hann hendan heilsa heima við hesum
orðum:
A 88 »Takk havi tú, fostra mín,
tú flutti meg til manna,
tá ið tí kemur í helli títt,
tú heilsa ungu Svannu.«
Tað er áhugavert, at tey flestu frábrigdini í
hesum ørindinum nýta upprunaligu kenn-
ingina: B: hurðarsvannu, ø. 73, C: urðar-
svannu, ø. 98, E: jomfrú Svannu, ø. 87, F:
urðarsvanni, ø. 100.
Rólvur vil helst ikki øsa risan, beint áðr-
enn hann skal fáa hann umskaptan til stein,
við at nýta aðra tilsiping enn hesa, men
systkini hava einki avtalað um, at Hilda
skal koma sær burtur úr hellinum. Hon hev-
ur jú bamið, ið er gitið undir so ólukkulig-
um umstøðum.
Uppmnaliga merkingin av orðinum er
við tíðini fánað á føroyskum, og orðið so
við og við misskilt sum eitt navn, ið nú
verður nýtt sum gentunavn í Føroyum.
Máur á Mýri
Soleiðis nevnist faðirin í A og B frábrigd-
unum. C hevur Máur av Tannamýri og F
hevur bara ein gamlan mann av Tannamýri.
í D og E er einki navn nevnt á faðirinum.
í einihvørji tolking stendst altíð ein ivi
um, hvussu vítt ein kann fara, áðrenn eitt
mark fyri sunnum skili verður nátt. Navnið
Máur er kent í norrønum, men ikki sum