Fróðskaparrit - 01.01.2001, Page 15

Fróðskaparrit - 01.01.2001, Page 15
HEROISM AND INCESTIN THE BALLAD OF GONGU RÓLVUR 19 heild. Eg geri sum nevnt einki við spurn- ingar um uppruna, útbreiðslu og aldur her, men vil í staðin at enda taka fram nøkur av hesum drøgum og eyðkennum og vísa, hvussu tey hóska inn í eina heildarfatan av kvæðnum, ið samsvarar við ta tolking av undirsøguni, eg havi lagt fram í greinini. Hilda - Svanna Navnið á konuni í hellinum hjá Rosmari er Hilda. Her er samsvar millum øll frábrigd- ini. Rosmar nevnir hana soleiðis í samrøð- uni millum tey bæði, tá hann kemur heim og greiðir frá ferð síni, at hann hevur gjørt av við manningina á skipinum hjá brøðrun- um. Hann veit ikki av, at Rólvur liggur fjaldur í urðini í hellinum: A 58 Eg gangi ikki so út og inn, eg kenni ikki beiskum brondum, Hilda hevur tú krásir veitt, tú greið tær snart av hondum. (B 54, C 73, D 57, E 62, F 74) I tí kenda ørindinum, har sagt verður frá teimum fatalu viðurskiftunum millum systkini, verður hon umtalað sum Svanna. Svanna er ikki eitt navn, men seinni partur av kenningini Urðarsvanna (norr.: urðarsvanni), ið merkir ein stór kona ella kelling. Svanni er eisini norrønt skaldskap- arorð, og merkir genta ella kvinna. Men samanhildið við meiningina í undir- søguni er nýtslan av kenningarpartinum Svanna logiskt sum heiti á Hildu. Her nýtir frásøgan sama hátt við klúgving sum við pápanum. Hon er genta og systir, men tey seksuellu viðurskiftini, ið pápin sum risin Rosmar noyðir hana inn í, verða undirstrik- að við tí monstrøsa heitinum. Tá ið Rólvur endiliga sleppur undan risanum, heldur hann ivaleyst, at hon er so skadd, at hon valla kann koma sær millum fólk aftur. Tá hann skilst frá risanum við Moyggjaland, biður hann hendan heilsa heima við hesum orðum: A 88 »Takk havi tú, fostra mín, tú flutti meg til manna, tá ið tí kemur í helli títt, tú heilsa ungu Svannu.« Tað er áhugavert, at tey flestu frábrigdini í hesum ørindinum nýta upprunaligu kenn- ingina: B: hurðarsvannu, ø. 73, C: urðar- svannu, ø. 98, E: jomfrú Svannu, ø. 87, F: urðarsvanni, ø. 100. Rólvur vil helst ikki øsa risan, beint áðr- enn hann skal fáa hann umskaptan til stein, við at nýta aðra tilsiping enn hesa, men systkini hava einki avtalað um, at Hilda skal koma sær burtur úr hellinum. Hon hev- ur jú bamið, ið er gitið undir so ólukkulig- um umstøðum. Uppmnaliga merkingin av orðinum er við tíðini fánað á føroyskum, og orðið so við og við misskilt sum eitt navn, ið nú verður nýtt sum gentunavn í Føroyum. Máur á Mýri Soleiðis nevnist faðirin í A og B frábrigd- unum. C hevur Máur av Tannamýri og F hevur bara ein gamlan mann av Tannamýri. í D og E er einki navn nevnt á faðirinum. í einihvørji tolking stendst altíð ein ivi um, hvussu vítt ein kann fara, áðrenn eitt mark fyri sunnum skili verður nátt. Navnið Máur er kent í norrønum, men ikki sum
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154
Page 155
Page 156
Page 157
Page 158
Page 159
Page 160

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.