Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1988, Blaðsíða 35
Nr. 12
29. februar
KUNNGERÐ
um
studning til mjólkar-, kjøt- og eggjaframleiðslu.
Viðheimildí§ 17 17901/343054og 17901/343133 ífíggjarløgtingslógini 1988 um studning tilmjólkar-,
kjøt- og eggjaframleiðslu verður studningur latin, sum her tilskilað í fíggjarárinum 1988 undir fylgjandi
treytum:
1) Søla um mjólkarvirkir.
Neytaeigari, ið selur nýmjólk til mjólkarvirkir, fær studning eftir hvussu góðskan er á mjólkini:
Fyri l.-floks mjólk er studningurin 1,50 kr. fyri liturin.
Fyri 2.-floks mjólk er studningurin 0,45 kr. fyri liturin.
í mánaðunum januar, februar, november og desember verða veitt 35 oyru í eykastudningi fyri liturin av
l.-floks mjólk.
Studningurin kemur aftrat tí prísi, ið ein av landsstýrinum góðkend prísnevnd ásetir. Prísnevndin ásetir
eisini søluprísin frá mjólkarvirki.
2) Privat mjólkarsøla.
Neytaeigarar, ið selja mjólk beinleiðis til brúkara, fáa 45 oyru í studningi fyri liturin, tó bert um prísurin,
brúkarin rindar, ikki er hægri enn søluprísurin til mjólkarvirkið.
3) Kjøtstudningur:
Fyri neytakjøt verður latin studningur 16 kr. pr. kg. til neytaeigara. Studningurin verður latin fyri kjøt av
neytum, ikki yngri enn 15 mánaðir, sum selt verður um sølubúð ella annan keypara. í bygdum, sum av
flutningstrupulleikum illa fáa selt mjólk við vinningi (Mykines, Gásadalur, Koltur, Skúvoy, Dímun,
Fugloy, Svínoy, Múli og Trøllanes), verður studningurin 22 kr. og einki aldursmark. Fyri svínakjøt er
studningurin 8 kr. pr. kg.
I samband við serskipanir kann Landsstýrið áseta aðrar studningsupphæddir.
4) Flutningsstudningur.
Flutningsstudningur verður latin við upp til 45 oyru fyri liturin fyri flutning av mjólk úr aðrari bygd til
mjólkarvirki.
5) Studningur til mjólkarvirkir.
Mjólkarvirkir fáa í studningi 25 oyru fyri liturin av mjólk, ið keypt verður frá neytaeigara.
6) Eggjastudningur.
Eggjaframleiðarar fáa í studningi 20 oyru fyri eggið, ið selt verður til heilsølu. Góðkend váttan um
eggjatal við prísi skal fýlgja við umsóknini.
Studningstreytirnar eru hesar:
Ad 1) Søla til mjólkarvirki.
a) 011 mjólk, sum verður latin mjólkarvirki, skal kannast við bakteríualing fyri at finna samlaða talið
av bakterium í mjólkini. Eftir úrslitinum av hesum kanningum skal skipast í góðskuflokkar soleiðis:
1. flokkur: færri enn 100.000 bakteriur pr. ml. av mjólk.
2. flokkur: 100.000-500.000 bakteriur pr. ml. av mjólk.
b) Góðskukanningamar skulu gerast av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Mjólkarvirkini skulu taka
royndir av mjólk frá hvøijum neytahaldi 2 ferðir um mánaðin. Ein roynd skal takast í fyrra og ein í
seinna helmingi av hvøijum mánaði. Fyri hvørt einstakt neytahald skal roynd verða tikin til kann-
ingar beint eftir vikuskifti við triðja hvørt kanningarumfar, tilvildarliga valt.
c) Tøka, goyming og sending eins og kanning av royndum av mjólk skal verða framd eftir boðum,
leiðbeining og forskriftum frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.
d) Eftir hvørt kanningarumfar skal Heilsufrøðiliga Starvsstovan geva mjólkarvirkinum úrslitini av
kanningunum. Mjólkarvirkini skulu geva neytahaldunum skrivlig boð um úrslitini av kanningunum
og skulu eftir hvørt mánaðarlok gjalda neytahaldunum studning eftir úrslitunum av kanningunum.
Fellur mjólkin frá einum neytahaldi við eina kanning í 2. flokk, eftir at mjólkin við tær 3 seinastu
undanfamu kanningamar hevur verið í 1. flokki, skal studningurin veitast hesum neytahaldi, sum
um mjólkin hevði verið í 1. flokki. Hetta verður tó treytað av, at tær 3 seinastu undanfamu