Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1988, Side 102
118
§ 9. Henda kunngerð hevur gildi frá 1. januar 1988, og samstundis fer kunngerð nr. 63 firá 22. mai 1987 úr
gildi.
FØROYA LANDSSTÝRI, 11. apríl 1988.
Lasse Klein (sign.)
landsstýrismaður
/ Jalgrim Hilduberg (sign.)
Nr. 18 ll.apríl
KUNNGERÐ
um
útvarpsgjald
Við heimild í § 3 í løgtingslóg nr. 23 frá 28. mars 1956 um útvarp verður útvarpsgjaldið fyri 1988 fyrisett:
l. Hann, ið nýtir radiomóttakara, skal gjalda árligt gjald kr. 700,00. Menn, ið selja ella umvæla radiotól
og nýta radiomóttakara í virki sínum, svara gjald av einum móttakara í virki sínum. Somuleiðis verða
goldnar kr. 700,00 árliga fyri:
a) Móttakarar, ið eru í húsinum hjá loyvishavaranum, og sum verða nýttir av arbeiðsgentum,
lærlingum, gistandi og øðrum (millum annað av bømum, ið hava fylt 18 ár, sum sjálv eiga ella
nýta radiomóttakara),
b) móttakarar í bilum og umborð á skipum og bátum,
c) móttakarar uppsettir í skúlum, sjúkrahúsum, aldursheimum og tílíkum,
d) móttakarar uppsettir í krambúðum, skrivstovum, hotellum, verkstøðum og tílíkum.
n. Fyri lurtaratól, uppsett undan l.juli 1987 skal gjaldið verðagoldið í seinasta lagi l.august 1987. Um
goldið verður aftan á 1. august 1987 verður at gjalda eykagjald kr. 50,-. Fyri móttakarar, uppsettir í
tíðarskeiðinum 1. juli til 31. desember 1987, verður at gjalda kr. 350,00.
m. Verður radiomóttakari seldur ella á annan hátt latin øðrum skal boðast útvarpinum frá skrivliga
beinan vegin og í seinasta lagi 10 dagar eftir, fýri at sleppa undan at gjalda fyri næsta hálvár. Tann
fyrri eigarin hevur skyldu at gjalda fyri tað hálvár, hann letur radiomóttakaran í. Um radiomóttakari
gerst ónýtiligur, eigur at boðast útvarpinum frá skrivliga beinanvegin og í seinasta lagi 10 dagar eftir
fyri at sleppa undan at gjalda fyri næsta hálvár.
Tey, sum ikki gjalda rættstundis koma samsvarandi lógini um útvarp undir sekt, eins og gjaldið verður
pantað.
Hetta verður gjørt kunnugt.
FØROYA LANDSSTÝRI, 11. apríl 1988.
Lasse Klein (sign.)
landsstýrismaður
/ Jalgrim Hilduberg (sign.)
Nr. 19. 15. apríl
KUNNGERÐ
um
broyting í kunngerð um útvarpsgjald.
í kunngerð nr. 18 frá 11. apríl 1988 um útvarpsgjald verður pkt. II soljóðandi:
»Fyri lurtaratól, uppsett undan 1. juli 1988 skal gjaldið verða goldið í seinasta lagi 1. august 1988. Um
goldið verður aftaná 1. august 1988 verður at gjalda eykagjald 50 kr. Fyri móttakarar, uppsettir í tíðar-
skeiðinum 1. juli til 31. desember 1988, verður at gjalda 350 kr.«
Hetta verður gjørt kunnugt.
FØROYA LANDSSTÝRI, 15. apríl 1988
Lasse Klein (sign.)
landsstýrismaður
/ Jalgrim Hilduberg (sign.)