Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1988, Qupperneq 103
119
Nr. 20 22. apríl
KUNNGERÐ
um
upplýsingarskyldu sambært skattalógini viðvíkjandi rentum v.m.
Viðheimildí§ 120b,c,e,hogj íløgtingslógnr. 86frá l.september 1983 um landsskattog kommunuskatt
við seinni broytingum, hevur landsstýrið fyrisett:
Kapittul 1.
Kontohavari, ið er búsitandi í Føroyum ella hevur verið her longri enn 3 mánaðir.
§ 1. Upplýsingarskyldugi sambært § 120 b og h skal lata líkningarmyndugleikunum hesar upplýsingar:
1. Kontoheiti, navn á tí, ið eigur kontoina, bústað, persón ella arbeiðsgevaratal,
2. upphædd av latnum ella góðskrivaðum rentum í árinum frammanundan av konto undir punkt 1,
3. upphædd av innistandandi á konto undir punkt 1 við árslok í árinum frammanundan,
4. lániupphæddir, slag av láni,
5. rentur tilskrivaðar og falnar rentur av lánum undir punkt 4,
6. provisión,
7. restskuld pr. 31. desember av lánum sambært punkt 4.
Stk. 2. Um persónur hevur fleiri konti sambært stk. 1, skulu upplýsingar hesum viðvíkjandi verða saman-
tengdar við persóntali.
Stk. 3. Upplýsingar sambært stk. 1 skulu latast Líkningarráð Føroya innan 1. februar á hvøijum ári.
§ 2. Tann, sum stovnar konto, goymslu ella letur inn pantibrøv við panti í fastari ogn í varðveitslu til at
umsita skal til tann upplýsingarskylduga upplýsa:
1. Navn konto- ella goymsluhavarans ella navn á tí, ið eigur pantibrævið.
2. bústað,
3. persón- ella arbeiðsgevaratal, ella
4. aðrar upplýsingar um, hvør kontohavarin ella goymsluhavarin er.
Stk. 2. Upplýsingar sambært stk. 1 um verandi konti skulu latast upplýsingarskylduga í seinasta lagi 1.
desember 1988.
Stk. 3. Eru fleiri ánarar til eina konto, skal persón- ella arbeiðsgevaratal hjá hvøtjum einstøkum skrásetast.
Stk. 4. Feløg ella onnur, sum hvørki hava persón- ella arbeiðsgevaratal, skulu upplýsa persón- ella
arbeiðsgevaratal hjá formanninum ella øðrum heimilaðum persóni.
Stk. 5. Kontohavarin skal beinanvegin boða upplýsingarskylduga frá broytingum í navni, bústaði, persón-
tali ella øðrum sambært stk. 1 -4.
§ 3. Tá ið upplýsingar sambært § 2 verða latnar, skal frumrit ella váttað avrit av samleikaprógvi vísast.
Stk. 1. Góðkend samleikaprógv eru t.d. pass, persóntalskort, sjúkrakassabók ella førarabræv.
Stk. 2. Verða upplýsingamar sendar, skal eitt av teimum í stk. 1 góðkendu samleikaprógvum fylgja við.
§ 4. Reglumar í § 1-3 eru eisini galdandi fyri deyðsbúgv og trotabúgv, viðgjørd í Føroyum.
Kapittul 2.
Kontohavarar, ið búgva ella hava tilhald uttanlands.
§ 5. Persónur, ið ikki er búsitandi í Føroyum ella ikki hevur verið her longri enn 3 mánaðir, skal tá ið hann vil
stovna konto í peningastovni lata upplýsingar sambært § 2.
Stk. 2. Reglumar um samleikaprógv v.m. í § 3 em samsvarandi galdandi.
Stk. 3. Um persónur ikki lýkur treytimar viðvíkjandi persóntali í § 2 fyri at stovna konto, skal hann upplýsa
navn, føðingardag og bústað.
§ 6. Stovnar, feløg v.m., ið ikki hava heimstað í Føroyum og sum vilja stovna konto í peningastovni, skulu
lata upplýsingar sambært § 2 ella § 5.
Stk. 2. Reglumar um samleikaprógv v.m. í § 3 em samsvarandi galdandi, samanber § 5.
Stk. 3. Reglumar í stk. 1 og 2 em samsvarandi galdandi fyri deyðsbúgv og trotabúgv v.m., ið ikki verða
viðgjørd í Føroyum.