Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1988, Side 107
123
Nr. 26 4. mai
KUNNGERÐ
um
útvarpsgjald
Við heimild í § 3 í løgtingslóg nr. 23 frá 28. mars 1956 um útvarp verður útvarpsgjaldið fyri 1988 fyrisett:
l. Tann, ið nýtir radiomóttakara, skal gjalda árligt gjald kr. 700,00. Tann, ið selur ella umvelur radiotól
og nýtir radiomóttakara í virki sínum, svarar gjald av einum móttakara í virki sínum. Somuleiðis
verða goldnar kr. 700,00 árliga fyri:
a) Móttakarar, ið eru í húsinum hjá loyvishavaranum, og sum verða nýttir av arbeiðsfólki, lærling-
um, gistandi og øðrum (millum annað av bømum, ið hava fylt 18 ár, sum sjálv eiga ella nýta
radiomóttakara),
b) móttakarar í bilum og umborð á skipum og bátum,
c) móttakarar uppsettir í skúlum, sjúkrahúsum, røktar- og ellisheimum og tílíkum,
d) móttakarar uppsettir í krambúðum, skrivstovum, hotellum, verkstøðum og tílíkum.
H. Fyri lurtaratól, uppsett undan 1. mai 1988 skal gjaldið verða goldið í seinasta lagi 1. juni 1988. Um
goldið verður aftan á 1. juni 1988 verður at gjalda eykagjald kr. 50,-. Fyri móttakarar, uppsettir í
tíðarskeiðinum 1. mai til 31. desember 1988, verður at gjalda kr. 467,00.
m. Verður radiomóttakari seldur ella á annan hátt latin øðrum skal boðast útvarpinum frá skrivliga
beinan vegin og í seinasta lagi 10 dagar eftir, fyri at sleppa undan at gjalda fyri næsta gjaldingarskeið.
Tann fyrri eigarin hevur skyldu at gjalda fyri tað gjaldingarskeið, hann letur radiomóttakaran í. Um
radiomóttakari gerst ónýtiligur, skal boðast útvarpinum frá skrivliga beinanvegin og í seinasta lagi 10
dagar eftir fýri at sleppa undan at gjalda fyri næsta gjaldingarskeið.
Tey, sum ikki gjalda rættstundis koma samsvarandi lógini um útvarp undir sekt, eins og gjaldið verður
pantað.
Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 18 ffá
11. apríl 1988 um útvarpsgjald sum broytt við kunngerð nr. 19 ffá 15. apríl 1988.
Hetta verður gjørt kunnugt.
FØROYA LANDSSTÝRI, 4. mai 1988.
Lasse Klein (sign.)
landsstýrismaður
/ Jalgrim Hilduberg (sign.)