Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1988, Side 108
Nr. 27 REGLUGERÐ 3. mai
um
stuðul til upphøgging av skipum og at skip fara burtur úr føroyska fiskiflotanum.
I samráð við løgtingsins fíggjamevnd hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. Upphæddin, sum kann nýtast sambært hesi kunngerð, verður avsett á fíggjarløgtingslógini á hvøijum
ári.
§ 2. Stuðul kann veitast teimum, sum vilja leggja skip ella lata fiskifør høgga upp og lata ffá sær fiskiloyvi til
veiði, har veiðitrýstið er ov stórt ella kvotumar ov smáar.
§ 3. Til tess at stuðul kann veitast, skal fiskifarið hava verið í vanligum rakstri seinastu árini áðrenn søkt
verður um stuðul.
§ 4. Veitast kunnu upp til 80% í endurgjaldi av veðskuld í fiskifarinum. Um fiskifarið verður selt uttanlands
ella á annan hátt peningur fæst, í samband við at fiskiloyvi verður latið aftur, skal hetta dragast frá.
Stk. 2. Tá mett verður, um endurgjald kann latast, skal landskassans støða í samband við eldri stuðuls-, ser-
ella kreppulán og veðhald havast í huga.
§ 5. Feløg ella persónar, sum søkja um at koma undir hesa skipan, skulu senda landsstýrinum roknskapin
fyri 3 tey seinastu árini ella tað tíðarskeið, fiskifarið hevur verið í fiskiflotanum. Eisini skal latast yvirlit yvir
fiskidaga- ella túratal fýri sama tíðarskeið. Sagt verður frá, hvussu nógvan stuðul, søkt verður um, og um
farið verður selt av landinum, hvussu nógv fæst fyri tað.
§ 6. Landsstrýrið kann, við góðkenning frá í minsta lagi 5 limum í fíggjamevndini, gera undantøk frá
teimum reglum, sum em nevndar omanfyri, tá serligar umstøður tala fyri tí.
Føroya Landsstýri, 3. mai 1988
Atli P. Dam (sign.)
løgmaður
/ Kjartan Hoydal (sign.)
Nr-28 KUNNGERÐ 6. mai
um
føroyskan fiskiskap á norskum øki.
Við heimild í løgtingslóg nr. 55 ffá 22. september 1978 um regulering av føroyskum fiskiskapi uttanfyri
landleiðina, § 2, stk. 1, hevur landsstýrið saman við Marknaðamevnd Løgtingsins fyrisett:
§ 1. Tað er bannað at veiða ídnaðarfisk við troli á norskum øki sunnanfyri 62 °N í tíðarskeiðinum ffá 10.
mai 1988 til 15. juni 1988.
§ 2. Brot móti ásetanum í hesi kunngerð koma undir bót.
§ 3. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Føroya Landsstýri, 6. mai 1988
Atli P. Dam (sign.)
løgmaður
/ Kjartan Hoydal (sign.)