Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1988, Page 110
126
grundlinjunum millum 240° rættvísandi úr Trøllhøvda (61°55’04” N 06°57’05” V) og 240° rættvísandi úr
Ømanípuni (61°38’48” N 06°58’30” V).
Øki 4:1 tíðarskeiðinum 15. mai 1988 til 15. august 1988, báðir dagar íroknaðir, millum 5 og 12 fjórðingar
úr grundlinjunum millum 255° rættvísandi úr Trælanýpuni (62°01’12” N og 07°13’15” V) og 255°
rættvísandi úr Mykinesi (Vitanum) (62°05’50” N 07°40’25” V).
Øki 5: í tíðarskeiðinum 15. mai 1988 til 15. august 1988, báðir dagar íroknaðir, uttanfyri 7 fjórðingar úr
landi millum 315° rættvísandi úr Mykinesi (Vitanum) (62°05’50” N 07°40’25” V) og 320° rættvísandi úr
Múlanum (62°10’30” N 07°15’00” V).
Øki 6: í tíðarskeiðinum 15. mai 1988 til 15. august 1988, báðir dagar íroknaðir, millum 7 Qórðingar og 12
fjórðingar úr grundlinjunum millum 320° rættvísandi úr Mýlingi (62°18’11” N 07°12’30” V) og 0°
rættvísandi úr Rivtanga (62°20’20” N 06°50’30” V).
§ 2. Partroling er ikki loyvd.
§ 3. Troling á ikki-loyvdari leið, ella brot annars móti galdandi trolreglum,jbr. kunngerð nr. 3 frá 1 l.januar
1984, kemur undir bót, og harafturat kann allur fiskireiðskapur, so sum net, lemmar, wirar v.m. og fongur
koma undir konfiskatión. Skipið kann eisini heftast til rindingar av bót og kostnað.
§ 4. Henda kunngerð kemur í gildi 15. mai 1988.
Føroya Landsstýri, 10. mai 1988.
Jógvan Durhuus (sign.)
varaløgmaður
/ Kjartan Hoydal (sign.)
Nr. 30 20. mai
KUNNGERÐ
um
merking av skipum.
Við heimild í § 56 fløgtingslóg nr. 9 frá 5. mars 1970 um skráseting av skipum, hevur landsstýríð fyrisett:
§ 1. Skipaskrásetingin gevur hvøijum skipi uppá 20 brutto tons ella meira, ið verður skrásett sum fiskiskip,
havnarkenninummar.
§ 2. Havnarkenninummarið skal málast sjónliga og við týðuligum bókstavum og tølum á báðum síðum á
bógnum, so høgt sum gjørligt. Litimir skulu skilja seg væl frá litinum á skipinum. Hæddin á teim einstøku
stavunum og tølunum skal vera minst 45 cm og strikan skal vera minst 6 cm tjúkk.
Stk. 2. Oman á stýrihúsinum skal havnarkenninummarið verða málað á sama hátt sum á bógnum og
umframt skal radiofrámerki (kenningarstavir) eisini verða sett í somu stødd og tjúgd á stýrhúsatakið.
Stk. 3. Merkingin má ongantíð vera fjald, men altíð vera sjónlig.
§ 3. Vaktar- og bjargingatænastan hevur eftirlit við, at reglumar verða hildnar.
§ 4. Brot á reglumar í hesi kunngerð verða revsað við sekt.
§ 5. Henda kunngerð kemur í gildi 1. oktober 1988.
Føroya Landsstýri, 20. mai 1988.
Atli P. Dam (sign.)
løgmaður
/ Jørgen Hansen (sign.)