Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1988, Page 123
139
Nr. 43
LØGTINGSLÓG
um
partapening í P/F Sake, Hósvík.
Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir
og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1. Landsstýrinum verður heimilað landskassans
vegna at seta upp til 375.000 kr. í partapeningi í P/F
Sake, Hósvík, og at leggja út peningin úr lands-
kassanum.
§ 2. Eingin partapeningur verður teknaður ella út-
goldin, fyrrenn allar treytir, landsstýrið skuldi ásett,
eru loknar.
§ 3. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir kunnger.
20. mai
LAGTINGSLOV
om
aktier i P/F Sake, Hósvík.
I overensstemmelse med vedtagelse af Færøer-
nes lagting stadfæster og kundgør lagmanden føl-
gende lagtingslov:
§ 1. Landsstyret bemyndiges til at tegne aktier i P/F
Sake, Hósvflc, med et beløb pá 375.000 kr. og at
disponere over beløbet af landskassens midler.
§ 2. Ingen del af aktiebeløbet kan tegnes eller udbe-
tales, før alle betingelser, landsstyret skulle stille, er
opfýldt.
§ 3. Denne lov træder i kraft dagen efter bekendtgø-
relse.
Tórshavn, 20. mai 1988
Atli P. Dam (sign.)
løgmaður
/Vilhelm Johannesen (sign.)
Nr.44 24. mai
KUNNGERÐ
um
garnaveiðu eftir flatfiski innanfyri 12 fjórðingar.
Við heimild í løgtingslóg nr. 8 frá 29. mars 1978 við seinni broytingum um fiskiveiðu á landleiðini hevur
Føroya landsstýri saman við løgtingsins fiskivinnunevnd fyrisett:
§ 1. Veiða eftir flatfiski við gømum er ikki loyvd á landleiðini millum 4,5 og 12 fjórðingar úr grundlinju-
num.
§ 2. Eftir umsókn og við loyvisbrævi frá landsstýrinum er hóast forboðið í § 1 loyvt við fiskiførum 55
br.reg.t. til støddar og minni at veiða við gømum eftir flatfiski á landleiðini millum 4,5 og 12 fjórðingar úr
grundlinjunum.
§ 3. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Føroya Landsstýri, 24. mai 1988.
Atli P. Dam (sign.)
løgmaður
/ Jørgen Hansen (sign.)