Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1988, Side 124
140
Nr. 45 24. mai
KUNNGERÐ
um
fískiskapin á landleiðini við fískiførum, sum eru skrásett í Føroyum.
Við heimilđ í § 4, 1. stk. í løgtingslóg nr. 8 frá 29. mars 1978 við seinni broytingum um fiskiveiðu á
landleiðini og saman við løgtingsins fiskivinnunevnd hevur landsstýrið fyrisett:
Veiða við troli v.m.
Leiðir:
§ 1. Veiða við skovlváð, troli, snurriváð ella líknandi neti er ikki loyvd í teimum tilskilaðu tíðarskeiðunum
og leiðunum:
Alt árið innanfyri linjur drignar 12 fjórðingar frá grundlinjunum. Frá forboðnum eru tó tey ftskifør
undantikin, ið hava serloyvi til troling og royndir, sum fiskirannsóknarstovan skipar fyri.
a) I tíðarskeiðinum 1. november til 31. mai, báðir dagar íroknaðir, á Føroya Banka innanfyri linjur drignar
millum hesi 8 støðini og í hesi raðfylgju:
1. 60°59’00”N 07o51’00”V
2. 61°15’30”N 08°16’00”V
3. 61°13’20”N 08°42’12”V
4. 61o00’00”N09°H’00”V
5. 60°48’40”N 09°25’00”V
6. 60°25'50”N 09°09’00”V
7. 60°36’30”N 08°45’00”V
8. 60°45’40”N 08°37’00”V
b) I tíðarskeiðinum 1. februar til 30. apríl, báðir dagar íroknaðir, á leiðini millum 12 og 25 fjórðingar frá
grundlinjunum millum 0° rættvísandi úr Eiðiskolli (62°19’17”N og 07°05’28”V) og 0° rættvísandi úr
Ennibergi (62°23’49”N og 06°33’38”V).
c) í tíðarskeiðinum frá 1. november til 31. mars, báðir dagar íroknaðir, á leiðini millum 15 og 25 fjórðingar
frá grundlinjunum millum 0° rættvísandi úr Kunoyamakki. (62°22’00N og 06°41 ’00”V) og 0° rættvís-
andi ur Bispinum (62°20’27”N og 06°15’00”V).
d) I tíðarskeiðinum ffá 17. apríl til 31. mai, báðir dagar íroknaðir, á leiðini millum 15 og 25 fjórðingar frá
grundlinjunum millum 90° rættvísandi úr Bispinum (62°20’27”N og 06°15’00”V) og 90° rættvísandi
úr Mjóvanesi (62°07’42”N og 06°35’12”V).
e) í tíðarskeiðinum 15. februar til 31. mars, báðir dagar íroknaðir, millum 15 og 20 fjórðingar frá
grundlinjunum millum 0° rættvísandi úr Bispinum (62°20’27”N og 06° 15’00”V) og 45° rættvísandi úr
Bispinum (62°10’27”N og 06°15’00”V).
f) Alt árið millum 12 og 15 fjórðingar frá grundlinjunum millum 0° rættvísandi úr Ennibergi
(62°23’49”N og 06°33’38”V) og 45° rættvísandi úr Bispinum (62°20’27”N og 06°15’00”V) fyri
fiskifør við maskinorku uppá 500 hestar ella yvir, tó so at hestamegin fyri hvørt nýtt trol ikki fer upp um
500 hestar.
g) í tíðarskeiðinum 15. oktober til 31. desember, báðir dagar íroknaðir, millum 12 og 17 fjórðingar frá
grundlinjunum millum 315° rættvísandi úr Mikineshólmi (vitanum) (62°05’50”N og 07°40’25”V) og
9° rættvísandi úr Eiðiskolli (62°19’17”N og 07°05’28”V).
h) Itíðarskeiðinum l.januartil30.apríl,báðirdagaríroknaðir,millum 12og 16fjórðingarfrágrundlinju-
num millum 260° rættvísandi úr Akrabergi (61°23’38”N og 06°40’15”V) og 195° rættvísandi úr
Trælanýpuni (62°01’12”N og 07°13’12”V).
i) I tíðarskeiðinum 1. november til 31. desember, báðir dagar íroknaðir millum 18 og 30 fjórðingar frá
grundlinjunum millum 240° rættvísandi úr Trøllhøvda (61 °55’04”N og 06°57’05”V) og 240° rættvís-
andi úr sunnara enda á Skúvoynni (61°44’42”N og 06°48’18”V).
j) I tíðarskeiðinum 1. apríl til 31. mai, báðir dagar íroknaðir, á leiðini millum linjur drignar millum hesi 4
støðini og í hesari raðfylgju:
1. 61°53’00”N 07°54’00”V
2. 61°43’00”N 07°42’00”V
3. 61°37’00”N 08°03’00”V
4. 61°47’00”N 08°16’00”V
k) Alt árið innan fyri linjur drignar millum hesi 4 støðini og í hesi raðfylgju:
1. 62°45’N 07°10’V
2. 62°40’N 07°10’V
3. 62°40’N 06°40’V