Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1988, Side 126
142
2. stk. Tá svartkjaftur (Micromesistius Poutassou), hvítingsbróðir (Boreogadus esmarkii) ella gulllaksur
(Argentina sp.) verður veiddur við smámeskaðum botntrolum, er ikki loyvt at royna innan fyri linjur,
drignar millum hesi støðini og í hesi raðfylgju:
A Landgrunninum:
Økini eru víst á hjálagda kortskjali 2.
Trolbannið á økjunum a)-n) í stk. 1 eru annars eisini galdandi fyri smámeskað botntrol.
Reiðskapur.
§ 2. Einki skip má nýta skovlváð, trol, snurriváð ella líknandi net, ið verður drigið gjøgnum sjógvin, sum í
nøkrum parti hevur smærri meskarenn 135 mm, íposanum skulu meskamir eftir l.januar 1989 ikki vera
smærri enn 155 mm (8 teir aftastu metramir av trolinum). Tað er ikki loyvt at snøra posan, tó er loyvt at
knýta tilfar, ið bert verður fest framman og á síðumar á posanum, til undirsíðuna á trolposanum (codendan-
um) fýri at minka um slit.
2. stk. Tá veitt verður sambært §1,2. stk., er ikki loyvt at nýta trol, har meskamir í nøkmm parti fara niður
um 16 mm, og í posanum mugu tær ikki fara upp um 50 mm. Tað er ikki loyvt at virka veiðuna umborð (t.d.
til mjøl ella súrløgu).
3. stk. Tá svartkjaftur ella gulllaksur verða veidd við uppisjóvartroli, mugu meskamir ikki fara niður um 35
mm.
4. stk. Fiskireiðskapur, ið ikki stendur mát eftir 1. og 2. stk. skal vera fyri seg sjálvan í serligum rúmi, ætlað
til goymslu av hesum reiðskapi.
5. stk. Meskavíddin skal vera soleiðis, at tá ið meskin verður strektur á vátum neti diagonalt eftir longdini,
skal flatt mátitól 2 mm tjúkt við tí ásetta mátinum, lættliga ganga ígjøgnum meskamar í netinum, jbr.
starvsreglugerð nr. 65 fyri vaktartænastuna á landleiðini viðvíkjandi meskamáting frá 7. august 1979.
6. stk. Skovlváð, trol, snurriváð og líknandi net skulu, tá skip eru stødd ella sigla á teimum í 1. stk. nevndu
leiðum og í teimum har tilskilaðu tíðarskeiðunum, har veiða við hesum reiðskapi ikki er loyvd, hava henda
reiðskap burturstúgvaðan á sínum nátúrliga staði og trolwirar útsjeklaðar.
7. stk. Landsstýrið kann saman við Løgtingsins Fiskivinnunevnd eftir umsókn gera undantak frá forboð-
num í 1. stk.